Samskipan av tænastum til føroyingar við serligum avbjóðingum samtykt

1 May 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Samtykt var at: “Løgtingið heitir við hesum á landsstýriskvinnuna í almannamálum um – saman við landsstýrismonnunum í heilsumálum, mentamálum og vinnumálum – í 2012 at gera og leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvussu vit til fulnar samskipa tænastur til føroyingar við serligum avbjóðingum,fyri at veita eina so góða tænastu sum møguligt, herundir m.a. tryggja at føroyingar við serligum avbjóðingum frameftir bara skulu venda sær til eitt stað fyri at fáa neyðugu tænastuna.”


Tjóðveldi vísir í viðmerkingunum á, at settar eru á stovn nógvar ymsar tænastur tvørtur um aðalráð, tvørtur um stovnar og tvørtur um land og kommunur.


Men, hjá tí einstaka brúkaranum, er ofta sera trupult at fáa neyðuga yvirlitið, og skal viðkomandi og/ella familja og avvarðandi venda sær til ótalligar dyr, áðrenn komið er á mál við einum heildartilboði. Tí verða somu upplýsingar ofta givnar og viðgjørdar fleiri staðni, og óneyðugt dupultarbeiði í stóran mun framt. Hartil verður eingin persónlig menningarætlan ella uppfylging gjørd.


Neyðugt er, at brúkarar frameftir kunnu venda sær til eitt stað, ið samskipar øll viðurskifti vegna brúkaran. Á henda hátt verður tryggjað ein skjót og góð tænasta.


Ein samd trivnaðarnevnd mælti mánadagin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Nevndin sigur millum annað í viðmerkingunum at: “Trivnaðarnevndin metir, at uppskotið til samtyktar um samskipan av tænastum til føroyingar við serligum avbjóðingum er áhugavert og lýsir væl teir trupulleikar, sum tíverri alt ov ofta eru til staðar hjá hesum málbólki. Nevndin er samd um, at fólk við serligum avbjóðingum alt ov ofta renna seg føst í trupulleikar við markamótum millum ráð. Somuleiðis er nevndin samd við øllum hoyringspørtum, sum allir vístu á manglandi samskipanina sum ein stóran trupulleika.


Landsstýrið ynskir at bøta um tænastuna til fólk við serligum avbjóðingum og hevur sett skjøtul á eitt arbeiði, sum skal betra um samskipanina millum ráðini, soleiðis at váttan fæst fyri, at borgarar ikki detta niður millum ráð og stovnar. Sostatt hóskar hetta uppskot væl til ætlanir landsstýrisins.


Samgonga og andstøða eru her á einum máli um, at betri samskipan er neyðug. Hetta bæði fyri at tryggja skilabetri rakstur, eins og tað verður mett av allar størsta týdningi fyri henda málbólk, at tænastan er nøktandi. Breið semja er um, at eingin eigur at detta niður ímillum, og at mannagongdir, sum kunnu betra um hetta, eru neyðugar og skulu gerast.”
Málið varð einmælt samtykt.


Leinkja til tingmál 185/2011: http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?type=0&caseNormal.id=2090