Uppskotið til samtyktar hevði millum annað sum mál at fáa skipa eina óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur, har til ber at fáa ókeypis ráð og vegleiðing um lánsmarknaðin, skuldarumlegging, umfígging og aðra hjálp til tey, ið eru komin í stórar trupulleikar av privatlánum.
Andstøðan stóð saman um uppskotið, ímeðan bert tann eini samgongumaðurin stuðlaði uppskotinum um óhefta skuldarráðgeving. Tað var Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum. Restin av samgonguni tók ikki undir við, at landsstýrið skal veita borgarunum hesa tænastu.

