Samgongan droppar havrannsóknarskipið.

20 December 2009
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Men samgongan er samd um at skipið skal verða av ongum. Høvuðsorsøkin til hesa umraðfesting nú í tólvta tíma er, at rúm skal aftur verða fyri at hýsa øllum bygnaðartrupulleikunum í fíggjarlógini.


Í fíggjarlógaruppskotinum 2010 frá oktober vóru annars settar av 20 mió til endamálið. Hesum tók øll andstøðan í fíggjarnevndini undir við. men nú ætlar samgongumeirilutin at droppa hesa íløguna. Og kemur við broytingaruppskotið til 2. viðgerð, sum snýr seg um at taka játtanina til nýtt Havrannsóknarskip av fíggjarlógini fyri 2010.

Verður tað samtykt fer andstøðan í fíggjarnevndini at leggja fram broytingaruppskot til 3. viðgerð um at koyra tær 20 mió á aftur.


Endamálið er at byggja nýtt skip, sum skal avloysa Magnus Heinason. Magnus Heinason er eftir hondini eitt gamalt skip og hevur átrokandi tørv á viðlikahaldi. Nógva útgerðin umborð er nógv slitin og kann ganga fyri nær tað skal vera. Seinastu árini hevur skipið javnan havt brek á motori og útgerð o.ø. Tí er neyðugt at fara undir at smíðja nýtt skip, og tíðin júst nú er kærkomin, tá ið byggivinnan er í stórum trupulleikum.