Ríkisveitingin, - endaspurturin í tjóðskaparligu forðarenningini

26 November 2009
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Tjóðveldi er av tí sonnu fatan, at hetta á tingi árliga afturvendandi mál, er størsti bági okkara fólk og tess politiska skipan stríðast við í strembanini fyri eini skilagóðari framtíð.

Ríkisveitingin er ætlaður fremmandur kíli, ið hevur sum einasta endamál at skilja okkum í huga, fatan, politiskari sannføring og í strategiini um hvussu Føroyar skulu skipast í ókomnum døgum.

Í áratíggir hevur hesin imperialistiski leikur, snildisliga útspekuleraður í donskum stjórnarstovum, eydnast dønum til fulnar. Í støddfrøðiligari termologi ber til at siga, at burturúr hesum eru komnir tveir politiskir vektorar, ið stríðast og stremba hvønn sín veg við hvør sínum diametralt øvuta fokus. Annar parturin virkar fyri donskum áhugamálum við støði í danska ríkiskassanum, meðan hin parturin fer skúrandi fram við fløðandi tjóðskaparpolitiska rákinum, í eini roynd at røkka málinum, sum er føroyskt jørðildi burturav, í eini komandi republikk.

Allur framburður hesi seinastu hálvtannað hundrað árini er orsakaður av seinra veruleikanum. Ríkislógartilmælið um ríkisveitingina komandi ár er tí mesta meginreglumálið í tjóðskaparpolitiska stríðnum hjá Føroyum yvirhøvur. Einasta og seinasta stikið í forðarenningini ávegis á mál. Hetta er meginsvullurin í landsins politiska krabba, sum ger status quo støðuna, táið tvær á leið eins máttmiklar megir virka andvegis hvørji aðrari. Bara ein álvarslig skurðviðgerð broytir hetta lag, soleiðis, at allir føroyingar kunnu ganga saman og virka fyri somu søk.


22. september 2009 bønar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, í brævi donsku ríkisstjórnina um at fáa 615,5 milliónir krónur sum veiting í 2010. Turvelvandi drøggaranum tørvar meiri eitur. Ikki óvæntað letur politiski ”pusharin” sær ikki siga tvær reisur. Claus Hjort Frederiksen er sjálvandi skjótur í vendingini, heilivágurin í framhaldandi donskum hjálandapolitikki flýtur mjúkliga ímillum londini, og longu lítla viku eftir skrivar hann heimastýrisins fíggjarmálaráðharra, at danska stjórnin er sinnað at ganga brennandi føroyska ynskinum á møti. Danski fíggjarmálaráðharrin boðar samstundis undirsáttanum frá, at hann fer at leggja uppskotið fram á Fólkating við mánaðarlok í oktober. 1. viðgerð var á danatingi hósdagin 30. oktober, og haðani fór málið í nevnd.

Einasti føroyski fólkatingsmaðurin sum møtti á tingfundi og tók lut í orðaskiftinum á danatingi hendan dagin var formaður Tjóðveldisins, Høgni Hoydal, og røða hansara er løgd við sum skjal í hesum áliti. 22. oktober skrivar skrivar fulltrúin Joakim Søndergaard Hansen úr Finansministeriet til danska ríkisumboðsmannin í Føroyum, at: ”Det er i lovforslaget forudsat, at hjemmestyrets endelige udtalelse foreligger inden lovforslagets 3. behandling i Folketinget. Denne udtalelse bør om muligt foreligge senest den 12. november 2008.” . Roknast má við, at Ríkisumboðið hevur varskógvað Fíggjarmálaráðið um hesa áseting, tí kennist tað heilt margháttligt, at uppskotið ikki kemur til viðgerðar á Føroya Løgtingi fyrrenn 17. november 2008, eina lítla viku eftir tíðarfreistina hjá dønum, serliga táið mann so eyðmjúkliga hevur bøna og biðið um hendan peningin, sum veitararnir tó í forhond hava vælsignað í brøvum millum partarnar.

Ríkisveitingin er gjald fyri vald

Eftir stríðslok, táið tjóðskaparpolitisk bylting tók seg upp í Føroyum, vóru góð ráð dýr hjá dønum, skuldu teir framhaldandi gøllhalda danska hjálandinum Føroyar í síni politisku sferu. Ein partur av strategi´ini var, at leggja pening ímillum londini, politiskt turvelvandi drøgg, eitur, soleiðis at ein meiriluti av føroyingum so við og við skuldi gerast somikið politiskt materialiseraður, veikur í politiskum knøðum, akslum, mergi og sál, at alt kjak í Føroyum kom at snúgva seg um búkin, um at liva ella at yvirliva, við ella uttan veiting. Tað ráddi um, at geopolitiska støða danska ríkisins varð varðveitt í norðurhøvum. Danska snildið hevur higartil vunnið í stóran mun. Heilt fram til stóru kreppuna í nítiárunum vaks danska ríkisveitingin skjótari enn búskapurin annars. Hetta forðaði ikki fyri einum heimastýrisbankarotti, sum slær øll met í vanlukkum fyri eina heila tjóð. Helst var júst ríkisveitingin orsøkin til politiska ábyrgdarloysið og kreppuna.


Hvat ilt ið hon annars var, so hevði kreppan tó ta avleiðing, at eitt søguligt gap kom í búskaparstøðu landsins, har tað eisini í tjóðskaparpolitiskum høpi bar til at leggja til rættis eina fíggjarskipan, sum laðaði bondini landanna millum niður. Bæði búskaparliga og politiskt. Fullveldislandsstýrið gjørdi í mun til tað, sum frammanundan var farið fram, tað bragd, frá 2002 at rokna, at ríkisveitingin var læst føst á 615,5 milliónum krónum um árið.

Prístalsviðgerðin varð tikin úr skipanini. Varð hetta ikki avrátt tá, hevði ríkisveitingin verið komin uppá 1,4 milliardir krónur um árið, og bundnið av árligu donsku innspræningini hevði tá verið somikið avgerandi fyri føroyska búskapin, at stríðið fyri einum sjálvberandi búskapi, og harvið fyri politiska frælsinum, hevði verið mikið meira møtimikið enn tað er í dag.


Árini fullveldislandsstýrið sat, varð rikin ein sera ábyrgdarfullur fíggjar- og búskaparpolitikkur. Mest orsakað av tí greiða politiska málið samgongan hevði í sínum skjøldri. Føroyski staturin. Yvirskot á fíggjarlógini øll 6 árini, slakar tríggjar milliardir tilsamans. Eftir tað gjørdist ríkisveitingin aftur partur av ábyrgdarleysum, magn- og máttleysum kolonipolitikki. ABC-samgongan fyrra, undir javnaðarleiðslu, leyp á inntøkur landskassans ígjøgnum ein monetaristiskan skattapolitikk, í besta Chicago-stíli, bert til frama fyri tey vælbjargaðu, avgjøld av nýtslu skuldu nú gjalda gildið, ímeðan útreiðslurnar av álvara tóku dik á seg og spolaðu uppeftir. Fíggjarkervið spældi við á síðulinjuni, soleiðis at alt eina løtu sá so sára gott út.

Teir pumpaðu frívirðini uppundir tróðrið á hvørjum sethúsi í landinum, sum aftur endaðu í yvirforbrúki, sum partvíst rann innaftur í landskassan - ígjøgnum avgjøld og meirvirðisgjøld. Hetta endaði sjálvandi sum hjá kellingini, og teir vóru ávaraðir í ólukkumát. Tað ber ongum til at siga, at andstøðan ikki javnt og samt ávaraði um ta fatalu støðuna sum Sambands-, Fólka- og Javnaðarflokkurin hesi árini róku hetta samfelagið út í, nú vit av berum og blektaðum politiskum kleyvarskapi standa upp undir miðju og illa skølsettir, tøvandi uppi yvir eini fíggjarlóg við milliarda halli.


Nú sita teir aftur við valdið, á øðrum ári í hesi syftuni, Javnaðarflokkurin er sloppin at sita á kassanum, og nú sleppur hesin eftirhondini hugsjónarleysi flokkur at súpa sína egnu vanstýring upp, frá árunum 2004-2008. Illa sperdur roynir hann klassiska socialdemokratiska triksið, at brúka parolpolitikk. Sum eitt bíligt bergmál frá ”Stauning ella kaos” hoyrist nú úr føroyskum fjøllum herrópið ”Vælferð ella tunlar”. Kávalótir táið sitandi samgonga lítið annað hevur tikið sær fyri, enn at nartla burturav dagligu lunnindunum hjá tí veikara partinum av samfelagnum. Óteljandi dømi eru farin ígjøgnum skipanina og fleiri eru ávegis úr nevndum og uttan av Tinganesi.

Í 2004 kom ABC-heimastýrisstjórnin til eitt búgvið borð, tí fullveldislandsstýrið hevði sum yvirskipað mál, at fíggjarlógirnar skuldu javnviga við yvirskoti, og tað eydnaðist í fullum máti. Nú er annað lag, og hartil er gongdin nú komin, at ongin veit við vissu hvør politiska støðan er við ársenda, tí veruleikin um landskassan eftir fýra ára ABC-heimastýrisstjórn er, at kassin hevði verið skralltómur og meira til, um tveir triðingar av Føroya Banka og ein triðingur av Atlantsflog ikki vóru seld. Verða íslendska lánið, lánsbrøvini og hallið á fíggjarlógini í 2010 tikin við, er stórt hall í landskassanum, í eini tíð, táið alheims fíggjarmarknaðurin er illa sperdur við avmarkaðum lánimøguleikum. Ætlanin var ongantíð, at hendan realiseringin av almennum aktivum skuldi enda sum cash-flow hjá eini yvirforbrúkandi ABC-samgongu. Avkastið skuldi í ein búskapargrunn, og okkara greiða tilmælið var, at hesin partvíst skuldi nýtast sum skiftistíð í niðurlaðing av ríkisveitingini, soleiðis at vit eftir fáum árum kundu loysa okkum úr donskum peningafjøtrum. Fyri at tryggja átakið fram í sjálvstøðuga føroyska statin búskaparliga.


Hesar 615,5 milliónir krónurnar, sum vera nevndar í uppskotinum, eru pettaðar saman av serforsorg (117), fólkapensión (213,3), heilsuverki (283,6) og Fiskirannsóknarstovuni (1,6). Flestu føroyingar munnu hava ta áskoðan, at tað frameftir eigur at vera okkara egni lutur, at gjalda fyri hesar týðandi funktiónir í føroyska samfelagnum.


Hóast ríkisveitingin í mun til føroysku uppdriftina, búskapin, er evarska lítil í dag, so tykist tað, sum at politiski týdningur hennara er at kalla hin sami sum áður. Vit blendast av tí sum vit ikki orka meðan fokus verður drigið frá egnari virðisskapan á 12-13 milliardir krónur. Og ríkisveitingin danska virkar framvegis samsvarandi dagsskránni hjá dønum, táið fyrst refusiónsskipaninar og síðani heildarveitingin vórðu skipaðar sum kompromitterandi amboð í framhaldandi valdstøkuni av Føroyum. Sambandsflokkarnir hava brúkt og brúka hana sum ræðumynd fyri eina ótrygga framtíð, Fólkaflokkurin er nú vorðin ein beinleiðis partur av hesum átaki, ímeðan Tjóðveldi einsamalt hevur stríðst fyri niðurlaðing skjótast gjørligt. Sigast má, at hesin danski kílin hevur verið serstaka árinamikil, og seinasta dømið um tað er lítið meira enn kølnað í politisku grøvini enn.


Seinasta royndin at gera upp við hendan ómegdarpolitikkin var á heysti 2008. Høvdu javnaðarmenn á tingi og í landsstýri ikki fingið kálvahjartað, táið teir royndu eina nýggja leið í sjálvstýrisspurninginum, í CHE-samgonguni, hevði viðgerðin í dag ikki verið ein veruleiki yvirhøvur. Tá høvdu vit verið inni í eini trý ára avtalu við donsku stjórnina, har veitingin skuldi vera 498,5 milliónir krónur um árið. Samsvarandi sáttargerðini, samgonguskjalinum, sum formaður javnaðarfloksins framvegis rópar fyri tað besta nakrantíð. Á fundi í ”lítlu samgongu” avráddu og avgreiddu vit spurningin, men fingu at vita, at spurningurin sjálvandi mátti konfirmerast í baklandinum hjá hesum flokki, sum nú tóktist vera hvokkin úr síni gomlu sambandsslóð. Boðini skuldu flytast okkum á landsstýrisfundi fyrrapartin mánadagin, dagin eftir frælsisdag føroyinga, 15. september 2008.

Fundurin varð avlýstur við stuttum skotbrái, eftir marathon-fundarvirksemi í Javnaðarflokkinum vikuskiftið frammanundan, og sama seinrpart kl. 15. varð tað greitt, at tað sum vit høvdu avrátt og avgreitt á fundi í ”líltu samgongu” – Jóannes Eidesgaard, Eyðgunn Samuelsen, Karsten Hansen, Jenis av Rana, Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen, var kolldømt í Javnaðarflokkinum, tí hevði oddviti javnaðarfloksins onki annað val, enn at svíkja allar gjørdar avtalur, og at leita sær aftur í føvningin á føroyskum sambandskreftum, har sum flokkurin trívist, og nú er farin at síggja eina hvørvisjón í eystri aftur, á vinstru lið. Hetta var meginorsøkin til slitið, og tað kemur rættiliga til sjónar í uppskotinum, sum er til viðgerðar. Lásamálið var eitt kafkanskt uppfinnilsi hjá Jokara og formanni teirra, og kanska onkur spunasmiður tók hondini í við teimum í ætlaðu ráðagerðini og miseydnaða karaktermorðinum.


Verandi støða, við donsku innspræningini í føroyska fíggjar- og rakstrarkervið er ein irrationel búskaparstøða. Fólkið og politiska skipanin vera kloyvd í tveir partar, sum mótvirka hvørøðrum. Uppdriftin viknar. Almenni geirin veksur áhaldandi, tí eitrið lendir í solar plexus, ryggurin heldur ikki fyri trýstinum. Ídnið eftir at bygnaðarbroyta, eitt nú høvuðsvinnuna, verður púrgjørt, tí væntanin um, at onnur taka um endan, rúsar og forðar fyri skilagóðum og neyðugum átøkum. Spurningurin gerst meira mentalur enn politiskur. Hetta stendur í grellari andsøgn til stóru møguleikarnar fyri vinnuligari framsøkn, serliga tí Føroyar hava stór búskaparlig frívirðir, í mun til flestu ídanðarlondini, sum ikki longur kunnu skrúva uppá vakstrarsjuntarnar fyri útlátsloftinum. Sum franski forsetin segði um ídnaðarbúskapin fyri kortum: "Í mong ár hava almennu tølini skorða undir størri almennan vøkstur. Nú bendir mangt á, at hesin vøkstur er í ferð við at hótta framtíðina hjá mannaættini og Jørðini, og at hann oyðir meira enn hann skapar. Tíðin er farin frá BTÚ - altso, eini bruttotjóðarúrtøku mátað í peningafæi.”


Ynskiligt hevði verið, at til bar at koma til sáttar, dana og føroyinga ímillum, at ríkisveitingin kundi verið høgd niður í stigum eftir fáum árum. Politiskur meiriluti tykist vera fyri at halda fast um støðugt dansk gjald fyri samsvarandi danskt vald, hinvegin hevur Tjóðveldi ongantíð vikið frá síni upprunastevnu, sum er sjálvberandi búskapur og einar politiskt frælsar Føroyar. Tí mælir minnilutin til, at Føroya Landsstýrið fer undir samráðingar við donsku ríkisstjórnina alt fyri eitt, soleiðis sum danski fíggjarmálaráðharrin eisini hevur játtað, har miða verður eftir eini 4 ára skiftistíð, soleiðis sum eisini danir mæltu til eftir samráðingarnar á heysti 2000. Okkara tilmælið er harvið, at veitingin í 2010 verður ásett til kr. 492,4 milliónir krónur, í 2011 kr. 369,3 milliónir krónur, í 2012 kr. 246,2 milliónir krónur og í 2013 kr. 123,1 milliónir krónur. Stórur munur er ikki á hesum og útsøgnini hjá verandi fíggjarmálaráðharra og táverandi løgmanni, Jóannesi Eidesgaard, táið hesin á almennum fundi í Keypmannahavn segði frá ætlanum sínum um, at ríkisveitingin skuldi vera burtur í 2015. Samsvarandi hesum setur minnilutin fram soljóðandi broytingaruppskot:


§1. ”Staten yder for 2009 et tilskud på 492,4 mio. kr. til Færøernes hjemmestyre.”

Skjal, Røða á Danatingi um ”Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2010:


Høgni Hoydal (TF):
Det er sjældent, at der er så stor enighed i det danske Folketing, som der er om denne sag.
Men jeg vil sige, at det, vi behandler i dag, er et skyggebillede. Det er et forholdsvis utrolig lille beløb på den danske finanslov. Det svarer til 0,1 pct., 1 promille, af finansloven, så det er, som jeg har sagt, en utrolig billig betaling for Danmark for at beholde råderetten over et område, der er to gange så stort som Danmark.


På Færøerne er dette skyggebillede heller ikke så stort længere, men det projiceres op, ligesom når man laver skyggebilleder på en væg, og bliver gjort til det helt afgørende omdrejningspunkt i den færøske debat om den færøske fremtid og hindrer muligheden for, at de færøske politiske partier og det færøske demokrati kan træffe efter min mening fornuftige afgørelser.


Dette beløb er – det bliver så for ottende år i træk – sat til samme nominelle kronebeløb, nemlig 615,5 mio. kr. Det er faktisk en meget stor og god udvikling, fordi det jo blev skåret ned fra ca. 1 mia. kr. til disse 615,5 mio. kr. i 2002., og det har siden været fastfrosset. Var det ikke blevet nedskåret, og havde man fremdeles fremskrevet det med pris- og lønudviklingen, som man gjorde tidligere, havde det beløb i dag været på ca. 1,4 mia. kr., men i dag er det altså kun på 615,5 mio. kr.


Det, som vi altså dengang sagde nej tak til, vil, hvis vi omregner det til dansk økonomi og til relative tal, svare til, at Danmark havde sagt nej tak til et beløb på ca. 100 mia. kr. på finansloven om året. Så stort er det tal i virkeligheden i den færøske økonomi. I 1993 udgjorde det danske bloktilskud 25 pct. af den færøske økonomi. I dag er det ca. 6 pct., og det er altså på grund af den handling, som vi selv foretog i 2002.


Jeg finder det utrolig vigtigt og vil endnu en gang anbefale, at vi får afviklet dette bloktilskud – selvfølgelig under forudsætning af, at færingerne selv overtager alle områder af deres eget samfund og ikke mindst de internationale relationer og udenrigspolitikken. Som jeg flere gange har sagt, er det, vi oplever nu, egentlig, at Færøerne tager et større og større ansvar for alle de indre områder. Vi overtager alle de områder, der koster penge. Vi overtager hele debetsiden, men hele kreditsiden ligger stadig væk i Danmark, nemlig alle de internationale relationer, hele udenrigspolitikken, alle aftaler med andre lande, som virkelig er det, der kan give et land økonomisk fremgang.


Så jeg vil da igen anbefale regeringen, at man også fra dansk side siger, at der i hvert fald må være en dybere debat, også med den nuværende færøske regering, om, hvad man egentlig agter at gøre fremover, så vi ikke hvert år skal stå her og behandle dette beløb, som altså i Færøerne bliver brugt til billigt valgflæsk. Færøske partier kan bare sige: Vi tilbyder nye store udgifter til det færøske samfund, og pengene skal komme fra Danmark. Det var derfor, at jeg spurgte det ærede medlem fra Dansk Folkeparti, hr. Henrik Brodersen, om man på Færøerne gør regning uden vært, eller om Danmark virkelig vil forhøje bloktilskuddet. Det vil jeg stærkt fraråde.


Som sagt er dette et politisk og økonomisk instrument, som fastholder Færøerne i den samme folkeretlige situation, og derfor er vi selvfølgelig meget opsatte på at få afviklet dette instrument på en civiliseret måde, så vi kan fokusere på vore egne evner til at have en ansvarsfuld økonomisk politik, så dette skyggebillede, som bloktilskuddet er, ikke skal skygge for vores muligheder i verden og ikke skal skygge for et bedre samarbejde mellem Danmark og Færøerne på et ligeværdigt grundlag uden diskussioner og fnidder om økonomiske forhold. Det skal være vores anbefaling.

Á Føroya Løgtingi, 26. november 2009

Annita á Fríðriksmørk Tórbjørn Jacobsen