Úrslitini tala:
- Tjóðveldi tryggjar virðiliga og sjálvstøðuga tjóðskaparrødd á fólkatingi – ið ikki druknar í reyðum ella bláum blokkpolitikki millum danskar flokkar
- Tjóðveldi hevur undanfarnu árini broytt fólkatingsumboðanina grundleggjandi: Norðuratlantsbólkurin hevur megnað at virkað burturav fyri áhugamálum og rættindum hjá føroyska og grønlendska fólkinum. Við egnum samleika, greiðari talu, uppskotum, upplýsing, kanningum og felags átøkum.
- Tjóðveldi selir ikki frammanundan sína ávirkan til nakran danskan flokk ella danska stjórn. Gerst flokkurin avgerandi í týdningarmiklum málum á fólkatingi, samráðist Tjóðveldi við tí endamáli, at rættindini hjá føroyska fólkinum til sjálv at gera av øll okkara viðurskifti og framtíðarstøðu, verða staðfest og vird.
Hjartamál og tjóðarmál
Tjóðveldi setir sær hesi tjóðarmál - eisini á Fólkatingi:
1. At skapa fólkaræði í Føroyum – og at vera fólkaræðisligur vaktarhundur
2. At skapa fólkavøkstur í Føroyum
3. At virka í heiminum undir egnum samleika
4. At seta Norðuratlantshav í miðdepilin
---
1. At skapa fólkaræði í Føroyum – og at vera fólkaræðisligur vaktarhundur
Vit skulu tryggja, at tær stóru avgerðir um okkara uttanríkismál, fíggjarmál og rættindi verða tiknar í Føroyum – og ikki gjørdar av á Christiansborg ella í Brússel.
Komandi árini eru avgerandi mál á skránni fyri føroyska fólkaræðið. Til dømis:
- Makrelmálið, har Danmark er mótpartur hjá Føroyum umvegis ES.
- Handilsforðingar – har okkara altjóða støða ikki loyvir okkum at røkja føroysku áhugamálini.
- At Danmark tekur av fyrivarnini mótvegis ES og leggur enn fleiri avgerðir um okkara framtíð til Brússel.
- Nýggjar reglur fyri fíggjarmarknað og peningastovnar, ið hava beinleiðis ávirkan á hvørt húsarhald og alla vinnu í Føroyum.
Tjóðveldi er fræls tjóðskaparrødd og tann fólkaræðisligi vaktarhundurin, ið støðugt upplýsir um viðurskiftini og krevur, at avgerðirnar skulu takast í Føroyum við fullum innliti.
2. At skapa fólkavøkstur í Føroyum
Fólkavøkstur er altavgerandi fyri at menna Føroyar búskaparliga, sosialt, vinnuliga og mentanarliga. Í Føroyum skulu vit gera málrættaðar íløgur í hægri útbúgving, bústaðarmøguleikar og trivnaðarmál, fyri at fáa nógv fleiri ung, eldri, lesandi og størri tal av kvinnum at taka lut í føroyskari samfelagsmenning.
Norðuratlantsbólkurin hevur í eini røð av kanningum og átøkum á fyrsta sinni lýst tað ovurstóra tilfeingi, ið vit eiga eisini uttanfyri landoddarnar – og hevur knýtt føroyskar útisetar og onnur áhugað at føroyska samfelagnum.
Í løtuni ger Norðuratlantsbólkurin eina størri kanning um tey rættindi, ið føroyingar, grønlendingar og danir eiga hvør hjá øðrum, og um hvørji átøk eiga at gerast til tess at gera tað eins smidligt at flyta heim og at flyta burtur: Til dømis á hesum økjum:
- Familjurættindi – harímillum rættindi til børn og arv í sambandi við hjúnarband, hjúnarskilnað og parløg í sambandi við flyting.
- Sosial rættindi – harímillum rættindi til pensjón, almannaveitingar o.a.
- Útbúgvingarrættindi.
- Rættindi á arbeiðsmarknaðinum – harundir til arbeiðsloysisstuðul
- Mentanarlig rættindi – harundir rættin til móðurmálsundirvísing
3. At virka í heiminum undir egnum samleika
Tað hevur eydnast Tjóðveldi at vinna stóra virðing fyri føroyskum sjálvstýrisstríði og fyri rættinum at virka undir egnum samleika í heiminum. Bæði millum danskar politiskar flokkar, í almenninginum og í norðurlendskum og altjóða samstarvi.
Eisini gjøgnum fólkatingsarbeiðið virkar Tjóðveldi fyri:
- Altjóða viðurkenning og føroyskum limaskapi í bæði politiskaum, mentanarligum og ítróttarligum felagsskapum.
4. At seta Norðuratlantshav í miðdepilin
Eisini gjøgnum fólkatingsarbeiðið skulu vit støðugt menna samstarvið millum londini kring Norðuratlantshav. Altjóða áhugin fyri Norðurhøvum veksur í hvørjum, og vit skapa sambond og samstarv millum londini í Norðuratlantshavi á m.a. hesum økjum:
- Tað ovurstóra livandi tilfeingið í Norðurhøvum og tær ríku ráevniskeldurnar
- Veðurlagsbroytingar við nýggjum siglingarleiðum og nýggjum øki á sjógvi á landi
- Trygd og tilbúgving
- Varðandi orkukeldur
- Havumhvørvi og burðardygga veiði
- Útbúgvingarmøguleikar og gransking
- Heilsusamstarv

