Á vælvitjaða aðalfundinum, sum varð hildin í Miðstovuni í gamla
Klaksvíkshandlinum, stóðu tveir nevndarlimir fyri vali, harímillum formaðurin.
Til teir sessirnar bjóðaðu seks fólk seg fram, og eftir atkvøðugreiðsluna var
greitt, at Nikolina Olsen varð afturvald, meðan Rani Nosløe varð nývaldur.
Eykavald vórðu Kristian Oskar Henriksen og Lydia Ísaksdóttir.
Nevndin hevur í dag skipað seg við Rana Nolsøe sum formanni og Nikolinu
Olsen sum peningarøkili. Harumframt sita Jens Sigurð Justesen,
næstformaður, Ninny Olsen, skrivari og Jóan Magnus Magnusson,
nevndarlimur í nevndini í Norðoya Tjóðveldisfelag.
Sum aðalstjórnarumboð varð vald Nikolina Olsen.
Rani Nolsøe formaður í Norðoya Tjóðveldisfelag
7 March 2013

