Og við orðunum “heldur ganga nakin, enn at ganga í pelsi”, hevur kenda franska filmstjørnan, Brigitte Bardot í fleir enn 30 ár stríðst fyri at forbjóða kópaveiðu. Hinvegin siga veiðumenn, at talan er um burðardygga nýtslu av havsins tilfeingi.
Í fleiri ár hava bæði forsprákarar og mótstøðufólk stríðst fyri sínum sjónarmiðum í fjølmiðlum og á politiskum pallum. Men partarnir møtast ikki til beinleiðis dialog. Tí skipar Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi nú fyri einari ráðstevnu og opnum kjaki millum partarnar.
Síðani sjeytiárini er talið av altjóða átøkum móti kópa- og hvalaveiðu støðugt økt.
Samstundis er altjóða politiska trýstið á veiðuna eisini økt – seinast við royndini hjá ES at forbjóða innflutningi av kópavørum, tó við ávísum undantøkum fyri upprunafólk. Veiðumenn og politikarar í Norðuratlantsøkinum undrast á og eru argir um, at teirra samfelag, ið livir av havsins tilfeingi – sum eisini í fleiri ættarlið hava megnað at nýta tilfeingið á burðardyggan hátt – nú verður hótt við boykotti og rakt av handilsskerjingum. Fyri føroyingar og grønlendingar er veiðan ein týdningarmikil og grundleggjandi rættur, sum í dag verður hóttur av sterkum felagsskapum og teimum ið taka avgerðir í ES.
Ráðstevnan, sum verður á Christiansborg 19. januar 2011, fer at vísa, um tað er gjørligt fyri partarnir at tosa saman, ella um sjónarmiðini eru so ymisk, at dialogur ikki er møguligur.
Øll eru vælkomin til ráðstevnuna. Til ber at tekna seg til ráðstevnuna við at senda ein teldupost til dnag@ft.dk í seinasta lagi fríggjadagin 14. januar. Meira er at lesa um ráðstevnuna á heimasíðu okkara, www.dnag.dk.

