Psykiatriski depilin letur dyrnar uppaftur

23 October 2009
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Álit í løgtingsmáli nr. 17/2009: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2009

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 9. september 2009, og eftir 1. viðgerð 15. september er tað beint Fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 16., 17., 22. og 23. september, 20. og 21. oktober 2009.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri Amplexa Genetics og Kommunulæknafelagið, harumframt landsstýrismenninar í fíggjarmálum, vinnumálum, fiskivinnumálum, mentamálum, almannamálum og heilsumálum

Nevndin staðfestir, at meginreglan um útreiðsluneutralitet, ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði frá skuldi verða galdandi, nú er slept við hesum uppskoti. Tað harmar nevndina.

Nevndin heldur seg síggja eitt ávíst mynstur í játtanargongdini viðvíkjandi teimum lógarbundnu játtanunum, sum nú verður biðið um eykajáttan til. Tað eru fleiri dømir, har landsstýrið nú biður um eykajáttan, hóast at landsstýrið áður hevur lækkað hesar játtanir fyri at skapa meiri rúm til rakstur.

Sum dømi kann nevnast:

stuðul til rentu-útreiðslur Inntøku-trygd Lestra-studningur Fólka-
pensión Fyritíðar
pensión
Broyting frá Landsstýrið í dec. 2008 -4 -3 -2 -3
Eykajáttanin
í apríl -9 -2 +2 +1
Eykajattanin
í sep. +14 +18 +5 +2 +3


Fíggjarnevndin fer ikki í framtíðini at góðkenna at lata yvirskot á teim lógarbundnu játtanunum nýtast til at hækka játtanina til rakstur.

Nevndin fýlist á, at hóast nógvar lógarbundnar útreiðslur ikki tykjast at halda, verða bert í einstøkum førum framdar lógarbroytingar, sum halda aftur við vøkstrinum av lógarbundnari játtan.
Útslitið av hesum er, at tær lógarbundnu útreiðslurnar vaksa við risaferð serliga frá 2007 til 2008 við heilum 156 mió.kr.

Samlaða lógarbundna játtanin í 2009 var 1.385 mió.kr., sum er 10 mió.kr. minni enn nýtslan av lógarbundnu játtanini fyri 2008.

Við fyriliggjandi broytingaruppskoti verður vøksturin frá 2008 til 2009 upp á 55 mió.kr.

Undir viðgerðin hevur nevndin býtt seg í tveir meirilutar og ein minniluta.

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Eyðgunn Samuelsen, Bjørn Kalsø og Magni Laksáfoss) hevur hesar viðmerkingar:

11.1.03 Fíggjarmálaráðið
Ráðið hevur boðað frá, at kostnaðurin fyri játtanargreiningina av almannaøkinum verður minni, enn mett í fíggjarlógini. Ætlanin er at nýta part av hesum avlopi til verkætlanina pensjónsskipan og til at gera kunngerðir í sambandi við nýggju játtanarlógina. Hesum tekur meirilutin undir við.

20.3.04 Landssjúkrahúsið
20.3.20 Serviðgerð uttanlands
Meirilutin heldur, at tað er sera óheppið, at Landssjúkrahúsið ferð aftan á ferð ikki megnar at halda játtanina. Landssjúkrahúsið hevur á hvørjum ári fingið tað, sum verður biðið um, og kortini, tá nakað líður út á árið, so verður søkt um eykajáttan. Meirilutin heldur, at henda gongd má steðga, og tað er ábyrgdin hjá landsstýrismanninum at síggja til, at hetta heldur uppat.
Meirilutin er í hesum føri sinnaður at taka undir við umbønini vegna tað, at landsstýrismaðurin júst er komin til, men meirilutin væntar, at játtanin við hesum nú fer at halda, og meirilutin vænta eisini, at tey sparitiltøk, sum landsstýrismaðurin hevur greitt frá á tingi, eru sett í verk fyri at kunna halda játtanina, nú kunna linkast, so at t.d. deild 1 ikki hevur fyri neyðini at lata aftur.

38.1.07 Nýggir landsvegir
Meirilutin tekur ikki undir við landsstýrismanninum.

21.3.01 Barnaverd
Lækking av játtanini verður strikað eftir umbøn frá landsstýrismanninum í almannamálum. Tað vísir seg nú, at tað kortini ikki ber til at minka játanina.


Við hesum viðmerkingunum setir meirilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 12. Almannamál
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
12.21.3. Barnastuðul
21.3.01. Barnavernd (Lógarbundin j.) J: 7.110 1.000
EYJ: 0 -

Minnilutin (Annita á Fríðriksmørk, Bill Justinussen og Tórbjørn Jacobsen) er av tí fatan, at landið so at siga liggur í stjórnarloysi. Samgonguleiðarin hevur lagt politisku skipanina, og harvið samfelagið, endaliga fyri teym, í hvussu er soleingi hann og hetta landsstýrið sita við róðursvølin í Tinganesi. Tingfundurin mikukvøldið í hesi vikuni er besta prógvið um, at ruðuleiki valdar, av tingsins røðarapalli boðaði landsstýrismaðurin í almannamálum, Rósa Samuelsen, frá, at uppskot hennara um sosialar niðurnartlingar og skerjingar hjá veikastu bólkum samfelagsins ikki skuldu takast í størri álvara enn tað, at megnaðu aðrir landsstýrismenn ikki at fáa uppskot ígjøgnum, sum laðaðu teir niður á útlutaða karmin í hvørjum einstakum føri, so kundi roknast við, at hennara uppskot vórðu tikin aftur, og karmurin harvið hækkaður. Tvs., at famøsi ólavsøkupakkin nú hongur sum ein avmergjað slintra og bíðar eftir, at hann slitnar sundur av egnari tyngd og ómegd av tí ringa politiska handalagi, sum hevur knoðað hann saman í óðum verki stutt fyri tjóðarhátíðina farnu.

Tað var yvirhøvur breið semja um, at tíðin við eykajáttanum var farin. Í landsstýri, Fíggjarnevnd og á tingi í heila taki. Í hvussu er skuldu hesar vera útreiðsluneutralar. Eykajáttanarløgtingslógin, sum varð løgd fyri tingið í apríl mánaði, var at kalla útreiðsluneutral, seinri er tað tó komið fram í ljós, at fíggjarpolitiski kreativiteturin hevur verið í so ríkiligur longu tá. Málið um inntøkutrygdina er gott dømi um hetta.

9. september í ár kemur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum á ting við nýggjari eykajáttanarløgtingslóg. Hendan er sostatt fyri september 2009. Nú er vent í holuni í mun til óskrivaðu totalsemjuna um, at útreiðsluneutralitetur er ein knæsett meginregla. Hallið er slakar 82 mió. kr.

Minnilutin hevur av góðum grundum havt óvanliga trupult við at taka støðu til hesa umbønina frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum og harvið landsstýrinum. Í fyrsta lagi brýtir hon við oman-fyrinevnda prinsipp, í øðrum lagi er raksturin ikki útreiðsluneutralur, og í triðja lagi kemur landsstýrið í tingið eftir eini blástempling um longu brúktan pening, tá ið tað ræður um lógarbundnar játtanir.

Minnilutin hevur avgjørt at greina umbønina sundur í tríggjar lutir:

• Løgujáttan
• Rakstrarjáttan
• Lógarbundin játtan

Viðvíkjandi løgujáttanunum finnast vit hvassliga at landsstýrinum fyri, at tað enn einaferð ger eina ítøkiliga roynd at sniðganga raðfestingarnar, sum Løgtingið hevur gjørt í tveimum syftum. Fyrru ferð í fíggjarløgtingslógini fyri 2009 og seinnu ferð í eykajáttanarløgtingslógini fyri apríl 2009. Hóast C-átekningar, tykist tað ikki, sum at landsstýrisfólkini, serliga landsstýrismaðurin í innlendismálum, hava skilt álvaran í málinum, ella kann orsøkin vera, at hon í hesum førinum ikki megnar sína uppgávu sum politiskur leiðari, oman fyri m.a. Landsverksstovnin. Vit halda fast um viðtiknu C-áteknaðu raðfestingarnar í eykajáttanarløgtingslógini frá apríl mánaði í ár, og mæla tinginum til at gera tað sama.

Viðvíkjandi Rakstrarjáttanunum eru hesar útreiðlsur av slíkum slagi, at hevur neyðuga trygdarnetið undir borgarum landsins tørv á hesum tænastum, sum umbøn er um eykajáttan til, tá fer minnilutin ikki at ganga ímóti ynskjunum. Hartil er talan um nýggjar útreiðslur, sum ikki vóru kendar, fyrrenn hendan umbønin sá dagsins ljós. Vit mæla til, at hildið verður fast um stuðulsjáttanina til ungdóms- og bygdahús (7.24.1.25), hetta, tí vit vita um umsóknir í Mentamálaráðnum, sum í longri tíð hava bíðað eftir politiskari viðgerð í ráðnum. Brockmanslestrar úr ráðnum um, hví stuðulin ikki er útgoldin, ella hví tilsøgn ikki er latin, broyta ikki okkara fatan á nakran hátt. Mentamálaráðið tykist ganga í retoriskari tómgongd, tosið er fagurt og rúgvismikið, men handlingin er ongin, absolut ongin. Minnilutin tekur sær rættin til at atkvøða kontu fyri kontu, tá ið tað kemur til rakstrarjáttanirnar, og fer at boða Formansskapinum frá hesum ynski okkara.

Tí seta vit fram eitt broytingaruppskot um at seta av gil Landssjúkrahúsið 1 mió. kr., markaðar til Psykiatriska Depilin.

Konta no. 11.20.3.04: Landssjúkrahúsið (Psykiatriski depilin) kr. 1.000.000,-

Tá ið ófráboðaðir fyrispurningar vóru settir landsstýrismanninum í heilsumálum, Aksel Vilhelmssyni Johannesen, av teimum báðum Bill Justinussen og Annitu á Fríðriksmørk á tingfundinum miðvikudagin í vikuni, gjørdist greitt, at orsøkin til, at hesin depil var stongdur tað, ið eftir er av árinum, er íkomið trot á rakstrarkontuni. Eitt vælferðarsamfelag verður til eina og hvørja tíð mett eftir, hvussu sterka hondin tekur um veikastu partarnar av samfelagnum. Hvussu hesir verða handfarnir og viðfarnir. Eru sterkastu herðarnar ikki nóg bulmiklar í landinum, til at halda einasta psykiatriska deplinum opnum alt árið í kring, er ivasamt, um vit kunnu rópa okkum fyri eitt vælferðarsamfelag longur. Tí mæla vit tinginum til staðiliga, at taka undir við hesum broytingaruppskotinum.

Viðvíkjandi lógarbundnum játtanum er at siga, at soleiðis, sum tað verður fíggjar- og búskaparpolitiskt stjórnað í landinum í løtuni, ber ikki til at taka støðu til umbidnu lógarbundnu játtanirnar yvirhøvur. Tað tykist verða gjørd ein sátt í landsstýrinum, í samgonguni og í meirilutanum í Fíggjarnevndini um, at kassin stendur óvardur og víðopin hjá landsstýrismonnum at taka burturúr, tá ið teir sjálvir halda tørvin vera á tí. Besta dømi um hetta er málið um inntøkutrygdina, sum í hesum førinum verður tikið fram fyri at gera greitt, at m.a. fíggjarpolitisku karmarnir kring politiksu skipanina í løtuni eru suspenderaðir. M.a. er stýrisskipanarlógin samsvarandi eini politiskari semju sett úr gildi. Fyri at lýsa málið hendan greiningin:

• 30. september 2008 verður løgtingsfíggjarlógaruppskotið fyri 2009 lagt fram á ting. Lansstýrið mælir til, at 28 mió. kr. verða játtaðar til inntøkutrygd hjá fiskimonnum. Sagt verður í kontutekstinum, at mett verður, at nýtslan verður okkurt um 28 mió. kr. í 2009. Hetta er ein hækking á 9,4 mió. kr. í mun til 2008 vegna minni avreiðingarvirði og vaksandi útreiðslur í fiskivinnuni.

• Eftir viðgerðina í Fíggjarnevndini, har landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum m.a. hevur verið hoyrdur, man samgongan vera komin til eina politiska semju, sum ger, at uppskotna upphæddin á 28 mió. kr. nú verður minkað niður á 24 mió. kr. Í kontutekstinum stendur nú, at tillagingar í skipanini fara at verða gjørdar fyri at halda játtanina upp á 24 mió. kr.

• Tá uppskotið til eykajáttanarlóg, dagfest 21. apríl 2009 - løgtingsmál nr. 180/2008 - varð lagt fyri tingið hin 24. apríl 2009, undraði tað mangan, soleiðis sum støðan í fiskiskipaflotanum hevði verið í alt ov rúma tíð, at inntøkutrygdin ikki varð nevnd við einum orði í uppskotinum.

• 28. apríl fingu umboð fyri Tjóðveldi at vita frá Lønjavningarstovuni, at 10,6 milliónir krónur vóru útgoldnar fram til tann dagin, og var tað tí rættiliga ósannlíkt, at játtanin til inntøkutrygd hjá fiskimonnum fór at halda tað, sum eftir var av árinum.

• 6. mai 2009 setti Høgni Hoydal landsstýrismanninum í fiskivinnumálum ein munnligan fyrispurning um inntøkutrygdina, og svarið staðfesti greitt, at játtaða upphæddin á løgtingsfíggjarlógini als ikki kom at halda.

• 12. mai 2009 setti undirritaði landstýrismonnunum í fiskivinnumálum og fíggjarmálum §52a spurningar um inntøkutrygdina. Hesir vóru svaraðir skrivliga 27. og 28. mai. Tað gongur greitt fram av svarunum, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum gjørdi eina roynd at fremja broytingar í lógargrundarlagnum undir inntøkutrygdini á einum landsstýrisfundi 16. februar. Líka greitt er tað, at Jacob Vestergaard ikki fekk undirtøku fyri broytingunum í samgonguni. Harvið var grundarlagið undir játtanini á løgtingsfíggjarlógini burtur. Annars snúðu hesar broytingar seg bara um at gera broytingar, sum minkaðu tørvin frá 29 mió. kr. niður á 24 mió. kr. Aktuelli tørvurin á 42 mió. kr er eitt heilt annað mál, sum royndirnar at broyta lógargrundarlagið als ikki standa í mun til.

• Tað einasta sum hoyrist til málið heilt frá 16. februar 2009 og fram til tann dagin, onnur eykajáttanarlógin, tingmál nr. 17/2009, verður løgd fyri tingið, tá ið nakað væl er komið inn í september mánað í ár, er tað sum sagt verður í svarunum, ið sipað verður til omanfyri, og í svarinum til ein ófráboðaðan fyrispurning á tingi frá Bjørn Kalsø nakað væl eftir, at verandi tingseta var byrjað.

• Í svarinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum til undirritaða frá 27. mai 2009 verður staðfest, at Jóannes Eidesgaard rættiliga gerst varugur við trupulleikan við játtanini til inntøkutrygdina, eftir at hann hevði verið og tosað við Fíggjarnevnd Løgtingsins á fundi hósdagin 30. apríl. Eftir hetta setti aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum seg, eftir fundin, í samband við starvsbróðurin í Fiskimálaráðnum um játtanina til inntøkutrygd. Mánadagin 4. mai sendir aðalstjórin í Fiskimálaráðnum teldubræv til starvsbróðurin í fíggjarmálum, har kunnað verður um, at nýtslan sambært dagførdari meting verður mett til 40 mió. kr. - ella 16 mió. kr. fleiri, enn játtaðar vóru.

• Hóast hetta, hendir onki í málinum. Onki amboð í politisku skipanini (hvørki eykajáttanarumbøn ella fíggjarnevndarskjal) verður brúkt fyri at útvega neyðugu játtanina, sum nú er greitt staðfest (4. mai 2009), fyri at fiski- og útróðrarmenn kunnu fáa tann pening, sum er lógartryggjaður í løgtingslógum um minstuløn, dagstudning og mánaðarligan minstaforvinning tað, ið eftir er av árinum.

• Tá óð verandi tingseta byrjar á ólavsøku, hendir heldur onki hesum máli viðvíkjandi, hóast Fiskimálaráðið greitt hevur staðfest ein tørv, á 16 mió. kr. hin 4. mai 2009.

• Tá ið eykajáttanarlógin, tingmál nr. 17/2009, verður lagt fram á ting nakað inn í september mánað, kemur umbønin um eina eykajáttan til inntøkutrygdina á 18 mió. kr. til Løgtingið á fyrsta sinni. Málið liggur nú í Fíggjarnevndini, og gongst sum vanligt, er málið ikki íligið politiskt í nevndini/tinginum fyrrenn um mánaðarskiftið oktober/november.

• Á miðdegi, hin 16. september, frættist í útvarpinum, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum var firtin um, at greiða ikki var fingin á, um hann kundi gjalda út sambært lógum, hóast viðkomandi fíggjarlógarkonta var komin í trot. Tí hevði hann steðgað útgjaldingunum til inntøkutrygd. Seinastu ferð, goldið varð út, var 27. august 2009, og tá vóru tvey túsund krónur eftir í hesum separata kassa. 300 fiski- og útróðrarmenn fingu tí ikki inntøkutrygdina útgoldna rættstundis soleiðis, sum teimum er tryggjað í lóg. Harvið sýntist tað, sum at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði suspenderað lógirnar um inntøkutrygd, frá 27. august og fram til tann dagin, tá ið tingið umsíðir, ætlandi, fer at samtykkja løgtingsmál nr. 17/2009 um eina viku ella so.

• Útsagnirnar í fjølmiðlunum fyri góðum mánaði síðani hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum hava sjónliga víst, at hann leggur lítið í, um fiski- og útóðrarmenn fáa lógarbundna peningin til tíðina ella ikki, sum teir annars hava lógartryggjaðan rætt til. Í sjónvarpinum nevndi hann so óvanliga nonsjalant, at hesin bólkurin í samfelagi okkara var so vanur við at bíða eftir hýrunum, so hetta mundi eisini fara at laga seg onkursvegna.

• Tá ið landsstýrismaðurin steðgaði útgjaldinum av inntøkutrygd, hevur hann ivaleyst hildið seg til eina løgfrøðiliga tulking í egnum ráði, sum hellir til niðanfyrinevndu greining: Stýrisskipanin er ógvuliga greið, tá ið um slík viðurskifti ræður. Sambært § 43, stk. 2 í stýriskipanarlógini má eingin útreiðsla verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Játtanarskipanin er eins greið, og um lógarbundnar játtanir verður sagt (5.5): Lógarbundin játtan verður nýtt, tá tað er bindandi ásett í aðrari lóggávu, hvør kann fáa pening, ella hvør skal rinda, og hvussu stór upphæddin skal verða. Sum dømi kann fólkapensjónin verða nevnd. Talan er um lógarbundnar útreiðslur, tá ið móttakarin sambært lóg hevur rættarkrav til ávísan stuðul ella veiting, og tá ið peningaupphæddin ella útrokningargrundarlagið er ásett í lóg ella sambært lóg. Tað er tí serliga umráðandi, at landsstýrismaðurin metir lógarbundnu útreiðslurnar á
fíggjar¬¬¬lógini so neyvt sum gjørligt.

Um tað í fíggjarárinum vísir seg, at hesar metingar væntandi ikki koma at halda, skal lands-stýris¬maðurin leggja uppskot um eykajáttanarlóg fyri tingið, ella í øðrum lagi uppskot um at broyta stuðulslóggávuna.

• Brádliga kemur tó eitt skifti í málinum, eitt rættiliga prinsipielt skifti. Ein snaring á 180 stig. 17. september boðar landsstýrismaðurin á ráðsins heimasíðu frá, at hann saman við samgonguni hevur tikið avgerð um, at inntøkutrygdin verður goldin út eftir vanligu mannagongdini. Samgongupolitiskt kvørkratak er harvið tikið um evstu karmarnar oman fyri politisku skipanina. Málið verður av Tjóðveldinum beint Landsstýrismálanevndini til viðgerðar, og har liggur tað framvegis óviðgjørt.

• Ímeðan hevur løgmaður tó svara Tórbirni Jacobsen, løgtingsmanni, í svari til ein § 52a spurning frá 29. september, at landsstýrismaðurin einsamallur tók avgerðina um at rinda inntøkutrygdina út, hóast kontan hesum viðvíkjandi var komin í trot. Løgmaður roynir í eini neyðarsligari, fyri ikki at siga barnsligari, tulkingarroynd, at ganga rundanum føroyska tekstin í stýrisskipanarlógini, har tað greitt stendur, at: ”Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.” Hann rættvísger útgjaldið við at hella seg til danska tekstin: ”Ingen udgift má afholdes……” Hetta, hóast hann sjálvsagt veit, at dómur er fallin í Føroya Rætti um, at er ivamál um tulkingar av lógum, har bæði føroyskur og danskur tekstur greina lógina, tá er føroyski teksturin, og tulkingin av honum, altíð galdandi rættur. Málið liggur nú í Landsstýrismálanevndini, og ongin veit, hvørja lagnu tað fær, tá ið nevndin einaferð, umsíðir, er komin á mál við viðgerðini.

Hetta málið vísir greitt, at samgongan fer við lógar- og regluverki, sum best ber til. Alt eftir, hvat ið tænir teimum sjálvum best til eina og hvørja tíð. Landskassin stendur óvardur og víðopin, harvið fær minnilutin als ikki tikið støðu til umbønirnar viðvíkjandi lógarbundnum játtanum á slakar 65 mió. kr. Ber tað til at taka av kassanum uttan heimildir av nøkrum handa slagi, so er ongin orsøk til, at útinnandi valdið vendir sær til parlamentarisku skipanina fyri at fáa hana at blástempla nakað sum helst, ein samgongusátt hevur longu legitimerað, at ongin forðing er fyri, at brotið verður inn í kassan hjá skattgjaldarunum á áljósum degi. Harafturat tekur minnilutin als ikki støðu til hendan spurningin, soleingi málið um inntøkutrygdina liggur í Landsstýrismálanevndini til viðgerðar.

Hetta er tann frægasta viðgerðin, minnilutin undir verandi umstøðum fær givið hesi eykajáttanarløgtingslógini fyri september 2009. Vit virka samsvarandi omanfyristandandi upplýsingum ikki eftir somu politisku leik- og leiðreglum sum núsitandi samgonga, sum í sínum evnaloysi hevur knæsett sær fullkomna anarkiið sum sítt evsta skjaldramerki. Tjóðin bíðar eftir eini framtíð undir aðrari leiðslu, sum er alternativið til kaos og politiskan, lógligan og samfelagsligan undirgang. Rættarsamfelagið er álvarsliga hótt, nú menn í fólkaræðisins tænastu av álvara eru farnir undir at klúgva og kappa samfelagsins stórvið í tógvar lutir fyri at kynda undir eina kreppu, sum eigur í sær nógv fleiri fasettir, enn bara tær fíggjar- og búskaparligu, ið higartil einsamallar hava myndað orðaskiftið í miðlum, millum fólk og á tingi.


Við hesum viðmerkingunum setir minnilutin fram soljóðandi


b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 7. Mentamál
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
7.24.1. Ymsar útreiðslur
24.1.25. Ungdóms- og bygdarhús J: 660 -
EYJ: 0 -



Ein annar Meiriluti (Eyðgunn Samuelsen, Bjørn Kalsø, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen og Bill Justinussen) hevur hesar viðmerkingar:

Konto 11.20.3.04: Landssjúkrahúsið(Psykiatriski depilin) kr. 1.000.000,-

Komið er fram undir nevndarviðgerðini, at psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum ikki er umfataður av umbønini til eykajáttan á 7,1 mió. kr.

Orsøkin er, at depilin ikki hevur megnað at hildið seg til ta játtan honum hevur verið tillutað innanhýsis á Landssjúkrahúsinum, men hevur havt eina meirnýtslu á 2 mió. kr. í fyrru helvt av árinum. Tað hevur havt við sær, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur gjørt av at steingja deild 1 á deplinum frá 1. oktober og restina av árinum.

Meirnýtslan á psykiatriska deplinum hevur havt við sær, at ein av allarveikastu bólkunum og teirra avvarðandi í landinum eru komin í eina óhaldbara støðu, sum meirilutin als ikki kann liva við. Tí verður mælt til at játta 1,0 mió. kr., sum eru markaðar til at fáa deildina opnaða aftur beinanvegin.

Játtanin skal kortini ikki skiljast sum ein blástempling av meirnýtslu. Tí verður tað uppgávan hjá landsstýrismanninum at syrgja fyri, at allir deplar á Landssjúkrahúsinum, eisini tann Psykiatriski, frameftir koma at halda seg til ta játtan, teimum verður tillutað, fyri at tryggja eina kontunuerliga tænastu til boragaran alt árið.


Við hesum viðmerkingunum setir meirilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 11. Heilsumál
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
11.20.3. Sjúkrahúsverkið
20.3.04. Landssjúkrahúsið (Rakstrarj.) J: 386.292 -
EYJ: 8.150 -


Umframt hesi broytingaruppskot setir ein samd Fíggjarnevnd fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 15. Innlendismál
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
15.38.1. Vegir og havnir
38.1.07. Nýggir landsvegir (Løguj.) J: 58.500 100
EYJ: 0 -

C. Átekning
Nr. 2 Høvuðskonta 15.38.1.07. Nýggir landsvegir (Løgujáttan)
Verkætlanir, sum verða játtaðar, eru:
J
mió. kr.
Øravík-Hov 2,6
Dagføring av brúm og tunlum 4,6
Trygdartiltøk, størri ábøtur og til at taka 7,5
Vegagerð í Lervík 11,0
Vegagerð í Kalsoy, vegir, tunlar og havnir 5,5
Hvalbiartunnilin 1,5
Brúgvin um Streymin 7,0
Leynatunnilin 2,8
Norð um Fjall (byrging um Haraldssund) 4,0
Skálavík, brimverja 1,0
Havnin í Skúvoy 0
Vegurin oman fyri Skálafjørð 5,0
Vegurin oman fyri Rúnavík 0
Kanning av Skálafjarðartunlinum
Rituvíkarvegurin 1,0
5,0
Tilsamans 58,5

Fíggjarnevndin, 21. oktober 2009

Anfinn Kallsberg Eyðgunn Samuelsen Bjørn Kalsø
formaður næstformaður


Magni Laksáfoss Bill Justinussen Tórbjørn Jacobsen


Annita á Fríðriksmørk