Politiskur skeiðsdagur 26. februar kl. 18.00

26 February 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Annar skeiðsdagur í Tjóðveldi verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikudagin 26. februar 2014, kl. 18-21, har evnið umrøðuevni er fólkaræði, rættartrygd og fyrisiting

Bárður Larsen og Høgna Hoydal leggja fyri. Framløgan hjá Bárði Larsen hevur heiti: "Ein mús kann ikki hava beinagrindina á einum fíli – Um fólkaræði, rættartrygd og at laga stovnar eftir samfelag”.

Høgni Hoydal hevur framløgu, sum hann kallar "Vald skal valdast – um føroyska grundlóg, fólkaræði og at skipa eitt rættarsamfelag”.

Øll eru væl komin at verða við á skeiðsdegnum. Vinaliga teknið tykkum á telduposti: loysing@olivant.fo ella ring á telefon 229946 ella 224698.

Hyggið á FB-síðuna Politiskir Skeiðsdagar, har meira kunning er at fáa.