Politiskir skeiðsdagar í Tjóðveldi

10 February 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Tann fyrsti skeiðsdagurin verður á Føroya Fólkaháskúla í Havn leygardagin 15. februar kl. 14 til 17.

Á skránni er søga, uppruni og hugsjón Tjóðveldisfloksins umframt tey politisku avrik, sum flokkurin hevur verið við til at fremja. Eisini verður høvi at umrøða hugmyndafrøðiligar spurningar, so sum politiskar stevnur og ástøði annars.

Undir heitinum “Andlitið er málið” fer Karin Kjølbro at hugleiða um søgu, uppruna og hugsjón Tjóðveldisfloksins, frá fólkaatkvøðu til fullveldi. Karin setir spurningin: Hvør er okkara felags stevna, og hvørji virði eyðkenna tey, ið fylkjast um tjóðveldisflokkin?

Síðan fer Tórbjørn Jacobsen at hava framløgu um tey hugmyndafrøðiligu rák, ið hava gjørt vart við seg um tað mundið, Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður og fram at okkara døgum.

At enda fer Høgni Hoydal at seta sjóneykuna á høvuðsmál Tjóðveldis og tey avrik, sum flokkurin hevur verið við til at fremja, so sum tjóðskaparmálið, fiskimarkið og fiskivinnupolitikkin, EEC-málið, undirgrundarmálið, økismenningarmál, almannamál, mentan og útbúgving.

Aftan á hvørja framløgu verður høvi at seta spurningar, at gera viðmerkingar og umrøða evnini nærri.

Skeiðsdagarnir eru almennir og ókeypis, og øll hava høvi at luttaka. Áhugað verða tó biðin um at tekna seg til luttøku við at senda teldupost til loysing@olivant.fo ella við at ringja til 229946 ella 224698. Fólk kunnu tekna seg til ein skeiðsdag ella fleiri, eftir egnum huga og vilja.