Skeiðini verða hildin nøkur mikukvøld og nakrar leygardagsseinnapartar í vetur og ígjøgnum várið. Tey vara í umleið tríggjar tímar hvørt og verða hildin ymsastaðni í landinum.
Skeiðsevnini fevna um alt frá søgu og hugsjón Tjóðveldisfloksins og stevnumið, politikk sum heild, hugmyndasøgu, tjóðarfrælsi og tjóðarbygging, vinnu- og búskaparmál, fiskivinnupolitikk, rættarskipan, sosialpolitikk, útbúgvingar- og mentanarpolitikk til ungdómspolitikk og valstríð.
Ætlanin er at hava fyrsta skeiðið fyrst í februar mánaði, og byrjað verður í Havn við einum skeiði, sum fer at snúgva seg um uppruna, søgu og avrik Tjóðveldisfloksins.
Hildið verður fram við einum skeiði um stjórnmálafrøði, hugmyndafrøði, politiska fyrisiting, rættarsamfelag og ábyrgd. Hetta skeiðið verður hildið í Eysturoy í februar mánaði.
Harnæst verða skeið hildin í Suðuroy, Sandoy, Vágum, Norðuroyggjum og Norðurstreymoy. Nærri kunning um, nær og hvar skeiðini verða hildin, verður at síggja her um nakrar dagar, og tá fáa fólk høvi at tekna seg til skeiðini.

