Petur Háberg á ting fyri Óluvu Klettskarð

7 October 2015
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Í dag tók Petur Háberg sæti á tingi fyri Óluvu Klettskarð, sum hevur biðið um farloyvi. Petur er næsti eykavaldi á lista Tjóðveldis.

Frammanundan hevur Ingolf S. Olsen, ið er fyrsti eykavaldi, tikið sætið fyri Magna Arge, sum er í farloyvi í sambandi við fólkatingsarbeiði.

Petur og Ingolf hava ongantíð áður havt sæti á tingi.