Hetta merkir, at hvør einasta konta hjá hvørjum føroyingi fer at liggja í danmark og at øll gjøld, flytingar o.a. skal av landinum at verða avgreitt.
Høgni spurdi longu Jóannes Eidesgaard um hetta í skrivligum fyrispurningi í november.
http://www.logting.fo/casewritten/view.gebs?caseWritten.id=552&menuChanged=17
Eidesggard hevur síðani biðið um, at svarið verður útsett fleiri ferðir, tí hann er í samráðingarstøðu við peningstovnarnar.
Nú váttar hann, at alt fer av landinum og at tað almenna stendur eftir sum kánus, tí alt hjá tí almenna, sum koyrir gjøgnum Elektron (skattaskipan v.m.) má umleggjast og gerast um.
Hann hevur tí umhugsað endurgjaldskrav ella kompensasjón mótvegis peningastovnunum.
Svar upp á fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni
Ískoytissvar til skrivligan fyrispurning frá Høgna Hoydal
Høgni hevur sett honum uppfylgjandi munnligan spurning, ið skal svarast í dag um tiltøk frá landsstýrinum.
Tjóðveldi fer at leggja uppskot fram um at støðga útflytingini hjá peningastovnunum við lóg.

