Páll spyr um uppsjóvarfiskiloyvir

10 April 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um uppsjóvarfiskiloyvir, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu nógv skip hava fiskiloyvi at royna eftir svartkjafti, og hvørji eru tey?

2. Hvussu nógv skip hava fiskiloyvi at royna eftir sild, og hvørji eru tey?

3. Hvussu nógv skip fáa fiskiloyvi at royna eftir makreli, og hvørji eru tey?

4. Hvussu nógv nýggj uppsjóvarfiskiloyvir eru latin síðani 2010?

5. Hvussu nógvar nýggjar umsóknir um fiskiloyvir eru móttiknar í Fiskimálaráðnum?

6. Hvaðani eru tær, býttar á sýslur?

7. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera við hesar møguligu umsóknir?

Viðmerkingar

Stóra uppsjóvarríkidømið við Føroyar viðførir sjálvandi áhuga at royna eydnuna.

Hóast ovurstórar nøgdir av fiski, so er trupult at hava innlit í, hvussu flotin broytist ella tillagast broyttu støðuna. Fyri at kunna tingið og almenningin verða tí settir hesir spurningar til landsstýrismannin.

Á Løgtingi, 10. apríl 2014

Páll á Reynatúgvu