Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um Teistan, settur Johan Dahl, landsstýrismanni í samferðslumálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Nær verður Teistin aftur klárur at røkja siglingina í Sandoynna og út í Hest?
2. Hvussu drúgva tíð tekur tað at afturgera skaðan, um eykalutir eru tøkir?
3. Hvør er kostnaðurin av arbeiðinum?
4. Er skaðafrágreiðing gjørd í sambandi við óhappið, og hvør var orsøkin til óhappið?
Viðmerkingar
Summarið er fyri framman, og tí er alneyðugt at fáa loyst trupulleikan av íkomnu støðuni á samferðsluøkinum, nú Teistin tók land í Hesti. Støðan ávirkar ikki minst í Nólsoy, har álitið – Ternan - verður tikin frá nólsoyingum fyri at røkja Sandoyar- og Hestleiðina. Støðan er ikki nøktandi yvirhøvur, og tí má berast skjótt at fyri at fáa viðurskiftini í rættlag beinanvegin.
Á Løgtingi, 29. apríl 2014
Páll á Reynatúgvu

