Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í mentamálum, Bjørn Kalsø, viðvíkjandi sendinetinum hjá Kringvarpi Føroya.
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við sendinetinum, sum fórst í ódnarveðrinum fyri tíð síðani?
2. Nær kann vantast at sjónvarpshyggjarar, í eitt nú Sandoynni, aftur síggja sjónvarp um sendinetið hjá Kringvarpi Føroya?
Í ódnarveðrinum fyrr í vetur fórst partur av sendinetinum hjá Sjónvarpi Føroya. Sjónvarpshyggjarar í ávísum økjum hava ikki fingið sjónvarpssignalið aftur enn. Tí henda spurning.
Vinaliga
Páll á Reynatúgvu

