Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi einum komandi skattalætta
1. Hevur samgongan ætlanir um fleiri skattalættauppskot?
2. Um so er, nær verða uppskotini løgd fyri Løgtingið?
3. Hvørjir samfelagsbólkar fara at fáa ágóðan av skattalættunum?
4. Hvussu verða skattalættarnir fíggjaðir?
Viðmerkingar
Fyri nøkrum mánaðum síðani frættist frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, at føroyingar kundu vænta sær fleiri skattalættar í komandi tíðum. Skatturin er fíggjarliga grundarlagið undir vælferðar¬samfelagnum, sum vit kenna tað í dag, hóast skattafíggjaða føroyska samfelagið stendur fyri stórum avbjóðingum, nú fleiri og fleiri ikki rinda vanligan landsskatt.
Higartil eru ikki nógv tekin í føroyska búskapinum um, at skattalættin til tær hægstu lønirnar, hevur sett serliga ferð á samfelagið.
Óneyðugt er tí at siga frá, at skattlættar skulu fyrireikast væl, og vendast móti samfelagsbólkum, sum seta ferð á nýtsluna og framleiðsluna. Annars er skjótt, at máað verður undan fíggjarliga grundarlagnum undir samhaldsføstu samfelagsskipanini, uttan at fáa búskaparstimbrandi vinning afturfyri.
Tí verður landsstýrismaðurin biðin um at svara hesum spurningum.
Á Løgtingi, 10. september 2013
Páll á Reynatúgvu
Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum viðvíkjandi kvotuni á Flemish Cap, komandi fiskiár
1. Hvussu stór væntast føroyska kvotan á Flemish Cap at verða í komandi ári?
2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at býta kvotuna?
3. Nær kann vinnan rokna við, at tillutanin av kvotu er greið, so farast kann til fiskiskap?
Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin skal hava rós fyri at hava lurtað eftir vinnuni og politisku skipanini, sum í áravís hevur víst á søguligu rættindini hjá línuskipunum á Flemish Cap. At landsstýrismaðurin í ár valdi at tilluta heimaflotanum møguleikan at fara vestur um hav, hevur givið línuflotnaum vón um betri tíðir. Tó má rímilig vissa fáast fyri veiðimøguleikanum í nøkur ár, fyri at neyðugu broyting¬arnar í línuflotanum skulu fremjast. Hugsi serliga um frystiorku hjá verandi flota, men einamest um at seta sjøtul á eina endurnýgging av línuskipaflotanum.
Á Løgtingi, 10. september 2013
Páll á Reynatúgvu

