Páll spyr um inntøkutrygdina hjá útróðrarmonnum

21 January 2013
Skrivað hevur
Páll á Reynatúgvu

1) Hvussu nógvir útróðrarbátar eru í dag, sum lúka treytirnar fyri at fáa inntøkutrygd?

2) Tekur landsstýrismaðurin undir við at lækka markið fyri inntøkutrygd, niður í 250.000 kr?
3) Hvør hevur ásett verandi mark fyri inntøkutrygd, og við hvørjari grundgeving?

Viðmerkingar:
Útróðurin hevur verið ein berandi súla undir mongum føroyskum húski gjøgnum tíðina. Kortini hevur lakur fiskiskapur seinnu árini, samanhildin við munandi herdum treytum fyri inntøkutrygd, at kalla beint fyri útróðrinum, sum føroyingar vanliga kenna hann.


Inntøkutrygdin hevur mangan verið ein kærkomin hjálp hjá mangari útróðrarfamilju, serliga teir mongu strongu vetrardagarnar, har illani er roynandi fyri óveðri. Men nú sæst veruligt hóttafall í útróðrarflotanum. Tí hesar spurningar.