Páll spyr um dialysuviðgerð í Føroyum

3 November 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Páll á Reynatúgvu hevur sett Karsten Hansen skrivligan fyrispurning viðvíkjandi dialysuviðgerð í Føroyum

Skrivligur fyrispurningur til landsstýrismannin í heilsumálum, Karsten Hansen, viðvíkjandi dialysuviðgerð í Føroyum

1. Hevur landsstýrismaðurin tikið stig til at skipa dialysuviðgerð á fleiri sjúkrahúsum í Føroyum, herundir keypt útgerð til Klaksvíkar Sjúkrahús?

2. Hvør hevur virkað sum fakliga tilmælandi myndugleiki í støðutakanini?

3. Eru persónlig sambond sum ávirka støðutakanina hjá landsstýrismanninum?

4. Hvør hevur læknafakligu ábyrgdina av dialysuviðgerðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ?

5. Hvør er kostnaðurin av íløguni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

6. Hvør kemur árligi rakstrarkostnaðurin av viðgerðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at vera?

7. Hvussu nógvir dialysusjúklingar eru í Føroyum?

8. Hvussu nógvir dialysusjúklingar skulu viðgerast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

Viðmerkingar:

Føroyingar hava seinnu árini havt í boði dialysuviðgerð á Landssjúkrahúsinum. Áðrenn tað var heilsutiboðið skipað á Ríkissjúkrahúsinum í Danmark, har sjúklingarnir máttu búseta seg.

Hesi árini, sum dialysutoymið hevur virkað, hava tey ment ein fakligan førleika, sum ikki stendur aftanfyri líknandi toymir aðrastaðni. Heldur tvørturímóti. Fakliga dygdin er í hásæti, hóast sjúklingagrundarlagið kanska er í minna lagi til eina deild sum hesa í Føroyum.

Nú skilst at landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, uttan læknafakligt tilmæli, skal skipa eitt líknandi toymi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttan at dialysutoymið á Landssjúkrahúsinum er kunnað um avgerðina. Hettar er margháttlig framferð av einum landsstýrismanni.

Undirritaði ber stóran ótta fyri at landsstýrismaðurin við síni ætlan skaðar væl virkandi dialysuviðgerðina í Føroyum, og í minsta lagi terir burturav fakliga førleikanum, við at skipa dupultfunktiónir á økinum.

Tað er væl skilligt, at dialysusjúklingar, vilja hava so lítla ferðing millum heim og sjúkrahús sum gjørligt, men við væl útbygda ferðlukervinum, er lítið sum talar fyri at skipa dialysutilboð nummar 2 í Føroyum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, serliga nú Eysturoyartunnilin verður veruleiki um fá ár.

Um vit einans hyggja eftir sjúkligatilboðnum, og ikki hyggja eftir hvussu vit frægast gagnnýta peningin og fakliga førleikan, so er eru økir í landinum sum hava munandi verri samferðlumøguleikar til Havnar, enn eitt nú fólk í Norðoyggjum. Tí vera hesir spurningar settir landsstýrismanninum.