Páll setur tríggjar fyrispurningar á tingfundinum í morgin

29 November 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Kára P. Højgaard, landsstýrismann í lógamálum Viðvíkjandi arbeiði við Stýrisskipan Føroya/føroyskari grundlóg

1. Ætlar landsstýrið at arbeiðið viðvíkjandi nýggjari føroyskari stýrisskipan/grundlóg skal halda áfram í hesum valskeiðnum?


2. Um ikki, hví?


Viðmerkingar
Í meira enn eitt áratíggju hava flestu flokkar í Løgtinginum og stórt embætisverk luttikið í arbeiðnum at smíða nýggja føroyska stýrisskipan/grundlóg til føroyska samfelagið, uttan at ítøkiligt úrslit er komið burturúr. Tí henda spurning.


Á Løgtingi, 29. november 2011
Páll á Reynatúgvu

Munnligur fyrspurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum Viðvíkjandi peningi í Búskapargrunni Føroya

Kann landsstýrismaðurin upplýsa fyri Løgtinginum, hvussu nógvur peningur er í Búskapargrunni Føroya, og um upphæddin samsvarar við inntøkuna frá tilfeingisgjaldinum?


Viðmerkingar
Í sambandi við at tilfeingisgjald í summar var ásett fyri part av fiskatilfeingi okkara, at inntøkurnar skuldu fara í Búskapargrunn Føroya.


Á Løgtingi, 29. november 2011
Páll á Reynatúgvu


Munnligur fyrspurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi nýttari játtan til Strandferðsluna


1. Kann landsstýrismaðurin vátta, at peningurin er nýttur til endamálið, ið biðið var um?


2. Ella er peningurin tøkur til endamálið enn?


Viðmerkingar
Stutt fyri Løgtingsvalið varð samtykt eykajáttanarløgtingslóg til Strandfaraskip Landsins, har grundgivið varð við, at peningurin skuldi brúkast til nýggjan aksilgenerator til Teistan.

Á Løgtingi, 29. november 2011
Páll á Reynatúgvu