Páll setur tríggjar fyrispurningar á tingfundinum í dag

8 February 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jákup Mikkelsen, viðvíkjandi línufiskiskapi á Flemish Cap.

1. Heldur landsstýrismaðurin at tað hevði verið vert eina roynd at latið føroyska línuflotan fiska kvotuna sum føroyingar eiga á Flemish Cap?


2. Um ikki hví?


3. Hvørjar eru grundgevingarnar fyri at skipa fiskiveiðuna á Flemish Cap, sum gjørt hevur verið farnu árini?

Føroyingar hava fiskiveiðurættindi á Flemish Cap. Undafarnu árini eru hesi rættindi latin ávísum skipi, sum uttan iva hevur umsitið loyvið væl.


Ásannandi at føroyski línuflotin hevur havt sera lak ár, við lítlari úrtøku, kundi hugsast at væl hevði verið tikið móti møguleikanum hjá hesum línuskipum at fiska føroysku kvotuna á Flemish Cap.

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann viðvíkjandi arbeiði við Stýrisskipan Føroya/føroyskari grundlóg

1. Ætlar landsstýrið at arbeiðið viðvíkjandi nýggjari føroyskari stýrisskipan/grundlóg skal halda áfram í hesum valskeiðnum?


2. Um ikki, hví?


Viðmerkingar
Í meira enn eitt áratíggju hava flestu flokkar í Løgtinginum og stórt embætisverk luttikið í arbeiðnum at smíða nýggja føroyska stýrisskipan/grundlóg til føroyska samfelagið, uttan at ítøkiligt úrslit er komið burturúr. Tí henda spurning.


Á Løgtingi, 29. november 2011
Páll á Reynatúgvu

Munnligur fyrispurningur til Løgmann viðvíkjandi politisku umsitingini av fiskivinnumálum


1. Metir løgmaður støðuna nøktandi at høvuðsvinna okkara, verður sædd í ljósinum av at familjusambond, hava ávirkandi týdning tá um skipan av føroyskari fiskivinnu ræður?


2. Hevur Løgmaður ætlanir um at umskipa landsstýrið so at persónur við færri og meira avmarkaðum gegnisstrupulleikum kemur at røkja sessin sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum?


3. Kann løgmaður ikki fremja eina umskipan av landsstýrinum, uttan at tað nýtist at spyrjast burturúr, eitt politiskt eljustríð um persónar+

Síðani skipanina av nýggja landsstýrinum hava stór spurnartekin verið sett við umsitingina av Fiskivinnumálum, orsaka av tætta familjutilknýtinum, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur til stórar partar av feløgum knýtt at føroyskari fiskivinnu, tí hesar spurningar?

Páll á Reynatúgvu