Páll setur fýra munnliga fyrispurningar

10 September 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismannin í mentamálum viðvíkjandi byggingini av Marknagilsdeplinum

1) Nær verður Marknagilsdepilin liðugur og handaður tí almenna?

2) Nær sleppa næmingarnir at byrja skúlagongdina í Marknagili?

3) Hvør verður samlaði kostnaðurin fyri skúlan, við innbúgvi?

4) Eru ógreiðir sáttmálaspurningar í byggiverkætlanini?

Viðmerkingar

Føroya størsta byggiætlan er farin av bakkastokki, og nógv ivamál hava verið um fígging, byggitøkni og snið. Eftir at verkætlanin var samtykt, eru stórar broytingar gjørdar í verkætlanini.

Tað hevur almenna áhuga at vita, hvussu byggiarbeiðið gongur, og ikki minst, um kostnaðurin fer at halda. Tí hesar spurningar.

Á Løgtingi, 8. september 2014

Páll á Reynatúgvu

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann ábyrgdini av mynstring umborð á føroyskt skrásettum fiskiskipum

1) Hvør hevur ábyrgdina av, at garnaskipið Anita er farið til fiskiskap uttan góðkendan mynstringarlista?

2) Hevur eftirlitið, Vørn, útint sína skyldu?

3) Metir løgmaður, at mynstringarviðurskiftini í Føroyum eru nøktandi?

4) Ætlar løgmaður at gera nakað fyri at fáa hesi viðurskifti í lagi?

5) Hvørji stig verða tikin og nær kann roknast við, at viðurskiftini eru komin í rættlag?

Viðmerkingar:

Málið um garnaskipið Anita hevur sært sjóvinnustoltleikan hjá okkum føroyingum og sett okkum í ringt altjóða ljós. Málið um ólógliga fiskiskapin fær sína rættargongd, men framvegis sær út yil, at skipið sleppur til fiskiskap. Meðan sita landsstýrisfólk og klandrast um, hvør hevur skyldina av óskilinum, sum ræður. Støðan er pínlig, óvirðilig og skaðilig fyri rættarfatanina hjá føroyingum. Ein stórur trupulleiki er, at tað er næstan ógjørligt at finna út av, hvør í seinasta enda hevur ábyrgdina av, at menn við føroyskum skipum eru mynstraðir í samsvari við mynstringarlógina. Tað er Fiskiveiðieftirlitið hjá Vørn, sum fremur eftirlit umborð á skipunum, meðan tað er Sjóvinnustýrið undir Vinnumálaráðnum, ið varðar av reglum og lógum um til dømis manningarviðurskifti og trygd. Tí hesar spurningar.

Á Løgtingi, 8. september 2014

Páll á Reynatúgvu

Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismannin í heilsumálum viðvíkjandi dialysuviðgerð í Føroyum

1) Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at skipa dialysuviðgerð á fleiri sjúkrahúsum í Føroyum?

2) Fyriliggur tøkt fakligt tilmæli um at spjaða dialysuviðgerðina í Føroyum?

3) Hava hesar møguligu ætlanir fingið nakra viðgerð á Landssjúkrahúsinum?

4) Hvørjar grundgevingar eru fyri at spjaða dialysuviðgerðina í Føroyum?

5) Er vandi fyri at skaða dialysutilboðið við umrøddu spjaðingini?

Viðmerkingar

Fyri ikki so nógvum árum síðani, fingu vit skipað eina vælvirkandi dialysuviðgerð á Lands-sjúkrahúsinum. Áðrenn tað, vóru dialysusjúklingar bundnir at viðgerð í útlandinum, har tey eisini búsettust.

Dialysutoymið á Landssjúkrahúsinum ger eitt framúrskarandi gott arbeiði, nógvum føroyingum at gagni.

Nú eru lokalpolitikarar í Norðoyggjum farnir at gera sítt til at taga sundur dialysuviðgerðina í Føroyum við stórum vanda fyri, at tilboðið hjá landinum versnar og í versta føri førir okkum aftur til tíðina áðrenn dialysuviðgerð í Føroyum. Fyri at fáa greiði á hesum viðurskiftum verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 8. september 2014

Páll á Reynatúgvu

Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum viðvíkjandi ”gamla Sildberanum”

1) Er hann upphøgdur?

2) Er hann seldur í almennari sølu?

3) Um so er, hann er seldur, hvat hevur tað almenna so selt hann fyri?

4) Er heimild fyri at selja almenna ogn uttan at lýsa hana til sølu?

Viðmerkingar

Allir føroyingar fegnast saman við skúvoyingum, nú nýggjari og dagførdur Sildberi er komin at røkja siglingina um Skúvoyarfjørð. Gamli Sildberin fekk ikki altíð besta skoðsmálið, og sum rutusamband hevði hann livað sína tíð fyri nógvum árum síðani. Men hvat er blivið av gamla Sildberanum?

Á Løgtingi, 8. september 2014

Páll á Reynatúgvu