Atvoldin er, at full semja er í Føroyum – og landsstýrið hevur sett tað sum krav - at Føroyar skulu gerast partur í eini komandi veðurlagsavtalu við egnum málum fyri niðurskurð.
Niðurstøðan hjá Ole Spiermann er greið til fyrimunar fyri føroysku krøvini, hóast hann vísir á lóggávutrupulleikar:
Føroyar hava sambært altjóða rætti møguleika at samráða seg til at seta síni egnu mál í nýggju altjóða veðurlagsavtaluna og at undirskriva síni egnu mál – tað er bert ein spurningur um politiskan vilja.
Hetta er galdandi fyri eina løgfrøðisliga bindandi veðurlagsavtalu og ikki minni fyri eina politiska avtalu, sum helst verður fyrsta stigið í Keypmannhavn.
Danmark fer so ella so at gerast partur av ES-bindingum í eini komandi veðurlagsavtalu. Eftirsum Føroyar ikki eru partur av ES kann hetta ikki binda Føroyar – og tí er neyðugt at Føroyar hava egnan leiklut.
Uttanríkispolitiska heimildarlógin kann ikki nýtast at gera føroysku krøvini galdandi - men forðar fyri egnum leikluti. Tí er neyðugt at gera eina serstaka heimild til, at Føroyar seta egin mál í avtaluna og skriva undir tey.
Sambært hesum eigur einki altjóðarættarligt at vera til hindurs fyri, at Føroyar verða ein sjálvstøðugur og sjónligur partur av komandi veðurlagsavtaluni. Tað er bert ein spurningur um politiskan vilja. Hetta upprit stendur sostatt í andsøgn við tær niðurstøður, sum danska stjórnin higartil hevur bygt sínar avmarkingar mótvegis føroyskari luttøku á. Seinasta svarið frá veðurlagsráharranum Lykke Friis, er einki undantak í so máta.
Norðuratlantsbólkurin hevur givið bæði føroyska og grønlendska ráðharranum á økinum uppritið frá Ole Spiermann og skipar so fyri, at fundur verður millum tey og Ole Spiermann til tess at viðgera niðurstøðurnar og styrkja samráðingarstøðuna hjá føroyskum og grønlendskum myndugleikum á fundinum í Keypmannahavn.
Meira fæst at vita við at venda sær til Høgna Hoydal á tlf. +298 220 250
Norðuratlantsbólkurin

