Gott kvøld øll somul, og hjartaliga vælkomin á floksting Tjóðveldis, tit møttu og øll tit úti um landið alt.
Miðkring landsins vitja vit í hesum døgum undir yvirskriftini Tjóðveldi skal ganga á odda at savna fólk og flokkar um eina aðra leið fyri Føroyar, enn ta avoyðingarkós, sum sitandi stjórn fremur. Føroyar fyri alt fólkið í Føroyum. Vit eru ein innovativur flokkur. Vit avnokta á ongan hátt siðir okkara, men vit vilja broyta undirbrotligu kósina, sambandsflokkar okkara leggja. Tí er tað, fólk í Føroyum savnast um Tjoðveldi. Vit hava visjónir um eina framtíð, grundað á ta ætlan, at vit ikki longur vilja leggja fremmandar lunnarnar undir virksemi okkara.
Tað kennist sárt at hoyra til eitt fólk, hvørs oddafiskar enn ganga stuttskygdir í hølunum hvør á øðrum á so væl troddum gøtum og í ringi, at leiðin bert kann ganga ein veg: djúpari og djúpari gerst trodda gøtan og niður eftir!
Her, júst á hesum stað, hittust tveir mætir menn fyri 1000 árum síðani, -á tingið í Havn, teir báðir kendu undangongumenn okkara: Sigmundur og Tróndur. Søgan sigur frá, at Tróndur vil hava semju og bjóðar at teir kunna koma til sættis, og Tróndur bjóðar enntá Sigmundi at gera treytirnar, men Sigmundur svarar nei!
”Har koma teir Sigmundur og Tróndur og stór mannfjøld. Tróndur er í sera góðum lag. Nú tala teir um semju. Tróndur segði: »Tað er ósømiligt, at eg var á tí fundi, tá ið faðir tín varð dripin, Sigmundur frændi,« segði Tróndur; »nú vil eg bjóða tær slíkar sættir, sum tær kann vera størstur sómi í, og sum tær dámar best; eg vil, at tú skalt gera allar sættir okkara millum.«
»Tað vil eg ikki,« segði Sigmundur; »eg vil, at Hákun jallur ger allar sættir, annars verða vit ósamdir, og tað haldi eg vera rættari; men vit skulu fara til Hákunar jals, um vit kunnu semjast um tað.«
»Tað eri eg fúsur til, frændi,« segði Tróndur, »at tú dømir, men eg vil skila mær til, at eg havi innivist í landinum og alt tað ræði, sum eg nú havi.
“Ongar sættir verða, sigur Sigmundur, uttan tær, sum eg vil bjóða tær”
Her sæst stríðið um valdið og innivistið á oyggjum okkara. Og tað er henda sama fylking, vit eru komin saman um hesar dagar.
Vit savnast undir herrópinum einar samhaldsfastar Føroyar –vit vilja einar aðrar Føroyar, enn einar víðgongdar høgrasnaraðar Føroyar, har bert tann ið hevur pengar fær alt, ið kann keypast fyri pengar, ta bestu sjúkraviðgerðina ið fæst fyri pengar, besta skúlan, bestu tryggingar, bestu eftirlønina, bestu ellisár og so framvegis, meðan meginparturin av fólkinum situr við sviðið soð –ja, liva frá degi til dags og frá avrokning til avrokning. Einsamøllu mammurnar, ið ikki megna at geva børnum sínum kor, hvørt mansbarn í Føroyum hevur rætt til. Og tey sjúku og veiku missa rættindi og stuðul, meðan onnur fáa meir. Hetta er tað tvíbýtta land, samgongan skapar. OG tað er okkara skylda sum flokkur at steðgað hesari gongdini.
Vit skula syrgja fyri, at samfelagsvirðini koma teimum 90% av fólkunum til góðar, ið liggja uttanfyri mørkini hjá víðgongdu høgravirðunum hjá sitandi samgongu.
Og vit skula loysa frá Danmark. Móðurlandið, tað er vøggan har tú lást. tað er húsini og heimið, har móðir tín arbeiddi og strevaði, har hon lá í andvekri fyri barns sína skuld og græt yvir tí. Tað er sjógvurin í blikastilli og illveðri. Havið, ið er ríkidømisveitarin mikli, havið har Føroya synir, dreingir, pápar, menn í túsundatali hvíla á kaldari og vátari tarasong. Móðurlandið er fjallið við fonnum og líðum, tindum og vøtnum, við summarsins logn og vetrarsins ódn. Tað er bygdin, býurin og húsini, tað er staðurin, sum ættin forna stríddist fyri, tað er landið forfedrar okkara lótu lív fyri og lótu okkum, og tað er landið, vit sjálvi vilja verja og virka í, tað er Føroya Land. Onki annað er okkara móðurland. Lat so bara aðrar hava tvær, segði Jóanes bóndi um tey, ið ikki høvdu valt sær móðurlandið til sína eini og sonnu móðir, sína einkarmóður. Undarliga stutt eru vit komin 120 ár seinni, tað má sannast.
Tað er trúgvin uppá einar samhaldsfastar Føroyar, vit saman stríðast fyri. Er tað okkurt barn í eysturbýnum, ið ikki dugir at lesa, so er tað eisini mín ábyrgd, óansæð um eg eigi barnið ella ikki. Er tað eini gomul hjún á útoyggj ið ikki eru før fyri at gjalda fyri medisin, ella eru noydd at viga medisin upp í móti láninum til peningastovnin, so er tað mín ábyrgd og tað ger mítt lív verri, hóast tað ikki eru míni foreldur.
Tað er grundleggjandi trúgvin uppá einar samhaldsfastar Føroyar.
Bert er bróðurleyst bak søgdu tey fyrr, og tað er júst hetta, alt snýr seg um. Eg skal taka mær av mínum næsta til tess at føroyska samfelagið kann ganga framá, tað er næstakærleikin ið ger tað møguligt hjá okkum at fylgja okkara persónligu dreymum, og soleiðis koma okkum fram sum ein samlað føroysk familja. Tað er sum við ketuni, vit eru ikki sterkari enn veikasta liðið.
E pluribus unum: "Av nógvum, ein." ella ”úr nógvum, ein. Ein kemur sær framá í flokki, ikki bert sum einstaklingur. Tað er flokkurin, ið skapar einstaklingarnar. Vit vilja javnstøði fyri øll og privilegiir til ongi.
”Fámenta fólk/ fylkist tú øksl móti akslum,/ tá gerst tær stálkynt í jakslum, / sameinda fólk! -kvæð Effersø longu í 1893.
Einar frælsar, fríðar og samhaldsfastar Føroyar fyri alt fólkið, ið her býr.
Eg havi trúnna á, at vit saman kunnu skapa tað samfelag
Eg havi trúnna á, at Tjóðveldi kann slóða undan
Eg havi trúnna á, at tað ber til.
Hjartaligt og gott floksting 2013, frændur her -og kring landið alt.
TAKK FYRI

