Unga Tjóðveldi hevði leygardagin landsfund í Sjónleikarahúsinum, har nýggj
nevnd varð vald.
Hesi vórðu vald í nevdina:
Gunnhild Dahl Niclasen, forkvinna
Jenus í Trøðini, næstformaður/skrivari
Jóhannes Huusgaard Niclasen, kassameistari
Hanus Pál Jógvanson, nevndarlimur
Øssur Patursson, nevndarlimur
Maria Kristina Smith, nevndarlimur
Regin í Dali, nevndarlimur
Bjarni H. Niclasen, tiltakslimur
Hávarður Enni, tiltakslimur
Fyrsta tiltakið hjá hesi nevndini verður leygardagin í Sjónleikarahúsinum. Tiltakið er eitt framhald av hugsjónardøgunum, sum snúgva seg um at endurvekja hugsjónir og samstundis geva hugsjónunum eitt reelt kjølfesti.
-Nevndin ætlar at leggja mestu orkuna í at fáa ungdómin meira áhugaðan í politikki og
samfelagnum sum heild. Hetta skal millum annað gerast við at økja um samstarvið við hini ungmannafeløgini, sigur Gunnhild Dahl Niclasen, forkvinna í Unga Tjóðveldinum.

