Tjóðveldi hevur lagt fram uppskot til eina spildurnýggja náttúruverndarlóg, sum skal koma í staðin fyri gomlu lógina um náttúrufriðing, sum als ikki tryggjar nóg munadygga vernd av náttúruni.
Høvuðsendamálið við nýggju náttúruverndarlógini er at varðveita og verja ríkidømið og margfeldnið í náttúruni - djór, plantur, landssløg, áir, vøtn og sjóøki. Ein náttúrverndarætlan skal tryggja, at verndaratlit verða tikin í góðari tíð, og við nýggju lógini verður arbeiðið at verja náttúruna munandi virknari og meira framatrættað enn í dag.

