Veljarakanningar eru ein ábending um valúrslitið. Men tær eru ikki úrslitið. Bara veljararnir skapa úrslitið, og Tjóðveldi heitir á øll um at velja Tjóðveldi sterkt og stórt á ting.
Tjóðveldi er trygdin fyri nýskapan í føroyskum politikki. Við Tjóðveldi er ferð á politikkinum og ferð á Føroyum. Tá Tjóðveldi setir kósina, hava Føroyar kós og vøkstur.
Undir fullveldislandsstýrinum vaks fólkatalið við 3.700 fólkum. Vit skulu aftur vaksa, men nú eru útlit til eina konservativa samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin.
Valið stendur ímillum konservatismu og nýskipan. Vilja vit lyfta landið framá við ábyrgdarpolitikki og neyðugum nýskipanum, ella vilja vit steðga menningini. Valið er greitt. Vel Tjóðveldi!

