Tær dýru royndirnar av kreppum á føroyska fíggjarmarknaðinum og tann áleikandi altjóða fíggjarkreppan, gera tað alneyðugt, at landsstýrið tekur ábyrgd og tryggjar sær fult innlit í støðuna hjá bankunum. Hetta til tess at sleppa undan skeivum politiskum avgerðum og at leggja upp fyri trupulleikum.
Fyrispurningurin til landsstýrismannin er soljóðandi:
Til Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum
Viðvíkjandi innliti í fíggjarstøðuna hjá føroyskum peningastovnum
1. Hvørji stig hevur landsstýrismaðurin tikið til tess at tryggja føroyskum myndugleikum fult og regluligt innlit í metingarnar hjá Fíggjareftirlitinum um støðuna hjá føroyskum peningastovnum?
2. Hvat heldur landsstýrismaðurin um svarið og niðurstøðurnar hjá donskum myndugleikum eftir fundin við danska ráðharran á økinum í summar.
3. Ætlar landstýrissmaðurin at tryggja við lóggávu í Føroyum, at tildømis Landsbankin fær atgongd til grundleggjandi upplýsingar og hagtøl frá føroysku peningastovnunum?
Viðmerkingar:
Hóast dýrtkeyptar royndir av bankakreppum í Føroyum og áhaldandi orðaskifti og royndir at tryggja føroyskum myndugleikum fult og regluligt innlit í støðuna hjá føroyskum peningastovnum, tykist málið at stranda í politisku skipanini.
Bæði í USA og Evropa eru framvegis alstórar rembingar í búskapi og á fíggjarmarknaðum. Neyðugt er støðugt at vera fyrivarin og tilbúgvin í Føroyum til tess at leggja upp fyri skeivum politikki og fyribyrgja avleiðingum fyri vinnu og húsarhald av gongdini á fíggjarmarknaðunum.
Onki røkist enn fyri, at nøktandi avtalur við danskar myndugleikar fáast í lag. Føroyskir myndugleikar kunnu ikki leggja ábyrgdina frá sær í hesum máli, ið er so týdningarmikið fyri at reka ein skilvísan fíggjar- og búskaparpolitikk.
Tískil verður spurt, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur, og um hann ætlar at nýta møguleikar í tildømis lógini um Landsbanka Føroya at tryggja neyðugt innlit og hagtøl um virksemi og fíggjarstøðu peningastovnanna.
Høgni Hoydal

