- Endamálsorðingin er meir nágreinað, soleiðis at Málráðið ikki bara skal menna, men eisini røkja og verja málið.
- Nevndin tekur ikki undir við, at almennir myndugleikar hava skyldu til at fylgja niðurstøðunum hjá Málráðnum. Ásetingin er broytt soleiðis, at almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðunum. At orðingin er bloytt ger, at tað fer at seta størri krøv til Málráðið at koma við uppskotum, sum verða vird og fáa sín sjálvsagda lut í orðaskjáttunum millum manna.
- Formaður og næstformaðurin í Málráðnum skulu hava málfrøðiliga útbúgving. Tað hevur týdning at formanskapurin í ráðnum hevur sterkan fakligan førleika.
- Málráðið skal hava 11 limir ístaðin fyri 15. 15 limir verður mett at vera ov høgt tal.
Nevndin er eisini samd um, at tað er Málráðið, sum skal góðkenna allar broytingar í stavsetingarorðabókini. Somuleiðis hevur tað týdning, at vit fáa eina løggilida rættskrivingarorðabók .Men høvuðsamboðini - nevniliga Móðurmálsorðabókin og verandi stavrað - er til taks til at arbeiða við tí føroyska málinum. Stórarbeiðið er gjørt, men tað er neyðugt at fáa eitt Málráð sum er myndugleikin, ið sker ígjøgnum, tá ivamál eru.

