Norðurlendskir floksformenn fundast í Føroyum

6 January 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Í ár hevur Tjóðveldi formansskapin, og árligi fundurin millum formenn og skrivarar í flokkunum verður hildin í Føroyum fríggjadagin 7. januar í Løgtinginum.

Floksformenn og onnur umboð fyri flokkarnar, sum taka lut á fundinum verða:

- Steingrímur J. Sigfússon, formaður í Vinstra-grøna flokkinum í Íslandi og fíggjarmálaráðharri Íslands

- Kristin Halvorsen, formaður í norska SV, fíggjarmálaráðharri í Noregi frá 2005-2009 og núverandi undirvísingarmálaráðharri (Kunnskapsminister) í Noregi

- Lars Ohly, formaður í svenska Vänsterpartiet

- Juliane Henningsen, næstformaður í grønlendska Inuit Atagatigiit og limur í grønlendska landstinginum og danska Fólkatinginum

- Emilie Turunen, limur í Evropaparlementinum fyri danska SF

- Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi

Á fundinum verða leiklutirnir og avbjóðingarnar hjá vinstragrønu flokkunum í Norðurlondum og Evropa umrøddir, við serligum atliti til royndirnar av fíggjarkreppuni, veðurlagspolitikk, tilfeingisumsiting, vinnulívspolitikk og vælferðarskipanir.

Tjóðveldi