Norðuratlantsbólkurin sett kanning í verk

9 September 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Nógvir grønlendingar og føroyingar búgva í Danmark í styttri ella longri tíd, í sambandi við lestur, arbeiði, av egnum vali ella persónligum sambondum.

Føroyskir, grønlendskir og danskir borgarar hava formliga sama danska ríkisborgaraskap. Hetta merkir í grundini, at tá borgarar ferðast ella flyta millum londini, hava teir somu rættindi sum tann fastbúgvandi borgarin í tí einstaka landinum. Tíverri er hendan myndin í veruleikanum nógv meiri fløkt. Talan er nevniliga um trý serstøk lógar- og uppihaldsøki, har ymsar lóggávur og skyldur støðugt verða ásettar og eru galdandi.


Tískil er týdningarmikið at lýsa tey øki, har trupulleikar kunnu standast í samband við flyting. Í tí sambandi hevur Norðuratlantsbólkurin gjørt eina kanning av, hvørji rættindi føroyingar og grønlendingar hava á tí familjurættarliga økinum í sambandi við flyting millum londini. Kanningin varpar serliga ljós á munir í lóggávuni í Føroyum, Grønlandi og Danmark í sambandi við hjúnaband, skrásett parlag, ættleiðing, faðirskap og arv. Kanningin setur fokus á trupulleikar við ógreiðum økjum, drúgvum málsviðgerðum og truplum mannagongdum, sum í fleiri førum gera tað truplari hjá grønlendingum og føroyingum at flyta heimaftur.

“Eg fegnist um, at vit hava fingið fyrsta partin av rættindunum hjá føroyingum lýstan. Hetta er eitt dømi um rættarliga ongamannalandið, sum valdar millum Føroyar og Danmark á mongum økjum. Endamálið vid hesum er, at vit i Føroyum kunnu gera tær neyðugu broytingarnar, sum kunnu greiða viðurskiftini hjá føroyska borgaranum”, sigur Høgni Hoydal.

Norðuratlantsbólkurin fer í næstum at hyggja nærri at rættindum innan pensjónsøkið, arbeiðsloysisøkið, útbúgvingarøkið, umframt rættindi innan mentanarliga og málsliga økið.


Meiri fæst at vita við at venda sær til Høgna Hoydal á tel. 220 250