Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi gevur út nýggja arbeiðsskrá

25 November 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Saman mynda tey Norðuratlantsbólkin, ið varð stovnaður í 2001, og málið er tað sama nú sum tá: At gera røddina hjá Grønlandi og Føroyum á Fólkatingi sjónligari og styrkja um felags norðurlendsk áhugamál.

Bólkurin fer í næstum millum annað undir at kanna hvørji rættindi føroyingar og grønlendingar hava, tá teir flyta til Danmarkar, og somuleiðis tá teir flyta heimaftur. Bólkurin fer at kanna hvørji rættindi føroyingar og grønlendingar hava samanborið við aðrar norðurlendskar-, ES- og EBS borgarar í Danmark. Úr kanningini er ætlanin at gera eitt yvirlit yvir rættindi hjá norðurlendskum borgarum.

Norðuratlantsbólkurin arbeiðir framvegis við teimum aðalmálum, ið hava myndað bólkin frá byrjanini. Millum annað norðurlendska samstarvið, har bæði Juliane Henningsen og Høgni Hoydal eru virkin. Høgni Hoydal hevur serliga verið virkin gjøgnum Norðurlandaráðið og Juliane Henningsen hevur verið virkin gjøgnum Arktiskar Tinglimir, har hon eisini er næstforkvinna.

Arbeiðsskráin kemur út á føroyskum, grønlendskum og donskum.

Føroyska arbeiðsskráin er viðheft og kann eisini takast niður á heimasíðu okkara:

http://www.dnag.dk/Default.aspx?pageid=15443

Um tit hava nakrar spurningar ella ynskja viðmerkingar, kann Høgni Hoydal treffast á 220250