Nógv bíligari við Sandoyartunnli!

28 August 2007
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Teistin ella tunnil.

Sæð í ljósinum av verandi samferðsluskipan um Skopunarfjørð, er ikki trupult at finna stórar fyrimunir við einum komandi Sandoyartunnli. Og ikki er tað rímiligt einans at viðgera kostnaðin av Sandoyartunnlinum í ávíst áramál, uttan eisini at viðgera verandi farleið í ávíst áramál.

100 ára ætlan.

Líta vit hundrað ár fram í tíðina, sum í minsta lagi er livitíðin hjá einum undirsjóvartunnli, so er kostnaðurin av Sandoyartunnlinum, sum kunnugt áleið 690 mió. kr., ella áleið 7 mió.kr um árið í 100 ár av íløgukostnaði.

Raksturin hongur saman.
Rakstrarúrslitið eru nógv tengt at flutninginum gjøgnum tunnilin. Í verandi uppleggi frá Landsverki, verður mett at 700 akfør fara at koyra gjøgnum tunnilin dagliga, sum gevur eina inntøku uppá 12,8 mió.kr um árið. Útreiðslur til viðlíkahald og rakstur vera mettar til 8,1 mió.kr. um árið. Altso ein vinningur uppá 4,7 mió. kr um árið við tølunum frá Landsverki, um vit ikki taka íløguna við.

Yvir hundrað ár, við óbroyttum tølum, ein vinningur uppá lítla, hálva milliard krónur.

Hallið hjá Teistanum.
Verandi rakstrarhall hjá Teistanum, er áleið 10 mió.kr árliga. Yvir hundrað ár gevur tað eina milliard í halli. Afturat tí skulu byggjast 5 nýggir “Teistar” í hesum hundrað ára tíðarskeiði, sum viðføra íløgur fyri áleið hálva milliard kr. Tá er ikki tikin hædd fyri møguligum ferjulegubroytingum í Skopun og á Gomlu Rætt, í samband við møgulig ferðslulop, ella broytt ferðamynstur.

Samanbering av rakstri og íløgu, av báðum samferðslumøguleikunum yvir hundrað ár.

“Teistin”
1) Íløga -500 mió.kr
2) Rakstur -1000 mió.kr
Kostnaður í alt: 1500 mió.

Sandoyartunnil
1) Íløga -700 mió.kr
2) Rakstur + 470 mió.kr
Kostnaður í alt: kr 230 mió.kr

Sjálvandi er hettar ein einføld uppseting við fleiri fyrivarnum, men við fyriliggjandi tilfari frá Landsverki, og við verandi rakstrarhalli hjá “Teistanum”, er hettar ikki ein ósaklig uppseting.

Hvørjir fyrimunir er við tunnlum, andvegis sigling um firðir og sund, kundi verið skrivað uppí rúgvuvís av bókum. Lættast er kortini at spyrja tey sum eru farin frá at sigla, til at koyra. Og tey eru ikki so fá eftirhondini í Føroyum.

Summa summarum. Tað er nógv bíligari við tunnli enn við skipi, sæð yvir tíðarskeiðið sum ein Sandoyartunnil hugsandi kemur at virka og tæna Føroya landi.

Ger tunnilin og spar 85 %

Ráðini til Føroyska samfelagið eru púra greið. Við at gera Sandoyartunnilin beinanvegin, sparir Føroyska samfelagið 1270 mió. kr. komandi hundrað árini, ella 12,7 mió.kr. um árið. Ella nærum tvær ferðir kostnaðin av Sandoyartunnlinum.

Og tað er uttan iva peningur, sum kundi fallið á eitthvørt turt stað hjá landshúsarhaldinum. Kanska eisini í miðstaðarøkinum...

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður og borgarstjóri