Umframt politisku støðuna í landinum og avleiðingar av førda politikkinum hjá samgonguni, viðgjørdi aðalsjtórnin boð floksins upp á ein framtíðarpolitikk, sum skal tryggja einar Føroyar fyri øll. Semja var um, at grundleggjandi skifti í stjórnarmálum aftan á eitt komandi løgtingsval er alneyðugt.
Somuleiðis var semja um, at Tjóðveldi skuldi arbeiða meira við at gera sítt boð um ein framtíðar fiskivinnupolitikk greiðari fyri almenningin og tey, sum virka í vinnuni.
Aðalstjórnin metir, at tað er av alstórum týdningini, at ein nýggjur fiskivinnurpolitikkur verður stungin út í kortið, so vit ikki halda fram á teirri vandakós, sum sitandi samgonga leiðir okkum í á fiskivinnuøkinum.
Fundurin samtykti at heita á tingmanning floksins at halda á við at fáa fiskivinnupolitikk floksins framdan í verki á tingi saman við teimum flokkum, sum alment hava víst, at teir taka undir við neyðugu broytingunum.
Fleiri mál av týdningi fyri politisku skipan okkara vórðu umrødd, eitt nú politiska handfaringin av málinum um Skálafjarðartunnilin, tiltikna tollmálið, skattanýskipanin hjá sitandi samgongu, sum í framtíðini fer at taka trygdarnetið undan teimum, ið eru veikast fyri í samfelagnum, málið um garnaskipið Anitu og um vitjanina av felagsskapinum Sea Shepheard her á landi í summar - sæð í ljósinum av, at útlendingamál ikki er føroyskt málsøki.
Fundurin umrøddi virksemið hjá flokkinum komandi mánaðirnar. Ætlanin er at fara kring landið og saman við økisfeløgunum skipa fyri politiskum fundum av ymiskum slag.
Petur í Gong
aðalstjórnarformaður

