Tað er mánadagur (03/10/11), og eg havi júst spákað mær hendan eftirhondini siðvanda túrin frá ST-bygninginum, heimeftir aðru Avenue, niðan eftir 34. gøtu og inn á Affinia Dumont gistingarhúsið. Hetta minnir ikki sørt um kendu yrkingina hjá Johan Hot Mortensen - um Niels Finsensgøtu. Helst lesur ongin hesar Brockmans lestrarnar, men táið man er í almennum ørindum, ferðast uppá landsins besta, sum sagt verður, er tað ein skylda at dokumentera onkursvegna, hvat ið fekst burturúr.
