Náttúrutilfeingi skal tryggjast í stjórnarskipanarlóg

2 November 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Tað sigur Vinstra-Socialistiski Grøni Bólkurin í Norðulandaráðnum, sum júst hevur havt tíðindafund í Reykjavík saman við íslendska fíggjarmálaráðharranum, Steingrímur J. Sigfússon, sum eisini er formaður fyri Vinstra Grøna flokkin í Íslandi.

“Náttúrutilfeingi má tryggjast í eini føroyskari stjórnarskipanarlóg, soleiðis sum tað eisini verður lagt upp til í uppskotinum. Ongin ivi skal vera um, at tilfeingið er ogn Føroya fólks”, sigur Høgni Hoydal, fólkatingslimur, sum luttekur sum limur gjøgnum fólkatingi. Hann hevur sætið í Norðurlandaráðnum fyri Hanne Agersnap (SF).

Tað er serliga umráðandi, at náttúrutilfeingið verður tryggjað í krepputíðum. Tilfeingið skal umsitast soleiðis, at tað verður nýtt á bestan hátt, til gagns fyri fólkið og alt samfelagið

Tit kunnu lesa meira um VSG á http://www.nordiskvsg.com og Høgni Hoydal kann treffast á +298 220250