Nær verður ferðaseðlakostnaðin javnsettur

9 September 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl landsstýrismann í vinnumálum um Strandfaraskip Landsins

1 Nær er ætlanin, at samtykta uppskotið um at javnseta ferðaseðlakostnaðin far virknað á øllum farleiðum ?

2 Í fíggjarlógini fyri 2014 er avsett 1,5 mill til at javnseta ferðaseðlakostnaðin. Hvussu nógv av hesum peningi er brúktur higartil í ár til endamálið, og hvussu langt ber til at røkka fyri tað ið er eftir av játtanini fyri 2014

Viðmerkingar

Tann 07.03.2012 samtykti eitt samt løgting uppskot 126/2011 um at javnseta ferðaseðlakostnaðin. Tað tók nakað av tíð til samtyktin fekk virknað, men á vári 2014 byrjaði tilgongdin á avísum farleiðum. Á fígglógini fyri 2014 blívu avsettar 1,5 millión kr til endamálið.

Nú gott tríggjar mánaðir eru eftir av árinum, er javnsetanin framvegis ikki komin í gildið á øllum farleiðum. Tí sóknast spyrjarin eftir nær prísirnir verða lækkaðir fyri restina av farleiðunum, so løgtingsins vilji verður fylgdur.

Nú víst hevur verið á í miðlunum at játtanin hjá Strandferðsluni ikki kemur at røkka í ár, og at eykajáttanarumbøn er ávegis, er áhugavert at fáa upplýst hvussu nógvur peningur er nýttur til javnsetan av ferðaseðlakostnaðinum í 2014, og hvussu langt tað ber til at røkka fyri játtanina á 1,5 mill.

Sirið stenberg Tjóðveldi