Nær verða lønar-, pensjóns- og ískoytisviðurskifti hjá løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum endurskoðað?

8 October 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur spurningur til løgmann

um endurskoðan av løn, pensjón og ískoytum hjá landsstýris- og løgtingsfólkum



1. Heldur løgmaður at tað er rætt, at eitt landsstýrisfólk fær fulla tænastumannapensjón eftir bert 8 árum í starvi og løgtingsfólk eftir 16 árum í starvi, meðan tænastumenn skulu starvast 37 ár fyri somu pensjónsrættindi ?

2. Heldur løgmaður at tað er rætt, at landsstýrisfólk og løgtingsfólk ikki rinda 40% í skatti av teirra pensjón eins og øll onnur ?

3. Heldur løgmaður at tað er rætt, at eitt landsstýrisfólk, ið kann koyra til arbeiðspláss sítt innan ein tíma, fær 13.600 kr. um mánaðin skattafrítt sum lønarískoyti ?

4. Hví eru broytingar, tá umræður løn, pensjón og ískoyti hjá landsstýrisfólkum og løgtingsfólkum ikki partar av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 ?


Viðmerkingar

Verandi lønar-, pensjóns- og ískoytisviðurskifti hjá løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum eiga sum skjótast at verða endurskoðað, soleiðis at hesi verða ásett hóskandi og rættvíst og ikki minst - óheft av politikarunum sjálvum.

Fyrr í ár feldi samgongan eitt uppskot, ið hevði til endamáls at fáa broytt viðurskiftini, og síðan hevur onki verið at frætt um málið.

Fyri at frætta, hvørja støðu løgmaður hevur til málið, og um arbeitt verður við at fáa framt neyðugar broytingar, verða hesir spurningar settir løgmanni.

Á Løgtingi, 8. oktober 2012

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi