Evnið er, um børn okkara fara ov seint ella ov tíðliga í skúla. Vit hoyra ofta, at børn aðrastaðni fara í skúla, langt áðrenn okkara børn fara í skúla. Fólkaskúlalógin sigur, at í Føroyum skalt tú í skúla í tí kalendaraárinum, tú fyllir 7 ár. Men hvat er tað, sum ger, at okkara børn skulu so seint í skúla í mun til onnur lond.
Hvat meinar sálarfrøðin, hvat meina lærarar og pedagogar og feløgini, og hvat meinar tú um hetta evnið? Er tíðin búgvin at gera broytingar, og er tað neyðugt?
Við pallborðið koma at sita:
• Heri Kragesteen, sálarfrøðingur
• Jónleif Johannesen, lærari og skrivari í Føroya Lærarafelag
• Annika K. Joensen, Leirvík, lærari og lesivegleiðari
• Jógvan Philbrow fyri Pedagogfelagið
• Maud Wang Hansen, pedagogur, Tórshavn
• Tonnie Strøm, Hoyvík, lærari og lesivegleiðari
Orðstýrari: Annita á Fríðriksmørk
Tjóðveldi

