Munnligur fyrispurningur til landsstyrismannin í heilsumálum um psykiatriska øki
Hvussu nógvir psykiatriskir sjúklingar eru innlagdir á psykiatriska deplinum, sum eru soleiðis fyri at teir kundu búð á sambylið ella í vardari íbúð ? hugsi her um sjúklingar sum ikki tørva eitt innleggingarpláss, men eru innlagdir vegna væntandi bústaðar og viðgerðarmøguleikar úti um landi
Viðmerkingar
Í fjølmiðlunum hava vit seinastu dagarnar hoyrt um, at fleiri sjúklingar hava búð í áravís á psykiatriska deplinum av tí, at ongir bústaðarmøguleikar eru kring landi. Hetta er stak óheppi og óvirðuligt fyri teir sjúklingar, sum eru í hesi ólukkuligu støðu. Somuleiðis kann hetta viðføra, at aðrir sjúklingar, sum hava tørv á viðgerð her og nú, ikki fáa neyðugu hjálpina tí, at deildirnar eru fullar, so avleiðingarnar eru nógvar.
Somuleiðis er hetta ikki landsbúskaparliga nøktandi tá ið innleggingarplássini allarhelst eru munandi dyrari enn bútilboðini áttu at veri.
Tað kann als ikki góðtakast at hesin bólkur soleiðis er gloymdur. Psykiatriskir sjúklingar hava somu rættindi til bútilboð, sum øll onnur. Tað er ongantíð ov skjótt at fáa greina henda tørv á bútilboðum, og fáa lagt eina ætlan fyri hvussu betrast kann um hesi viðurskifti. Tað er av stórum tydningi at samstarva verður við Almannaráðið, Psykiatriska Depilin, Nærverkið, Sinnisbata og teir bólkar sum eru partar av hesum arbeiði.
Psykiatrisku sjúklingarnar eru ofta í slíkari støðu, at tey ikki sjálvi megna til fulnar at gera vart við egnan tørv. Tí hevur politiki myndugleikin eina serliga ábyrgd at tryggja at viðurskifti teirra vera lyst og vird.
Sirið Stenberg
Tjóðveldi

