Munnligur fyri spurningur til Aksel V Johannesen um raðfestingar
Arbeiðir landsstýrið við íløgum sum skulu økja um útreiðslurnar fyri 2011?
Hvørja áherðslu fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggja á fyri at tryggja at hesar verða útreiðsluneutralar?
Kann landsstýrismaðurin liva við at farið verður út um karmarnar, sum eru lagdir fyri 2011?
Viðmerkingar
Tað eru sterkar røddir, men kanska heldur veikari herðar, sum dagliga tosa um øktar útreiðslur til hesa og hasa íløguna og hendan og handan rakstur. Alt gott um nógvar av íløgunum og eisini raksturin, men líka so týdningarmikið er tað, at tey, sum útinna og stjórna landinum vita í hvørji raðfesting, tær verða gjørdar. At koma við einum uppskoti fyri og øðrum eftir um meirútreiðslur kann verða mikið hugaligt og verða væl grundgivið. Men, um útinnandi valdið ikki megnar at mæla til hesar útreiðslur, uttan eisini at tryggja, at hetta hendir innan teir fíggjarkarmar teimum er álagt, og sum samt løgting hevur tikið undir við, so er relevant at spyrja seg sjálva(n), um man megnar at stjórna landinum.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum hevur sitið tveir dagar í stólinum sum fíggjarmálaráðharri, hevur tørv á at seta seg inn í stóra málsøki. Tó kann man vænta at ein og hvør, sum verður útnevndur til slíkt øki, hevur gjørt sær greitt væl frammanundan, hvørja meining hann hevur hesum viðvíkjandi, og hvørja linju hann vil føra, táið hann nú situr á fíggjarpostinum.
Grundgevingar: at vit mugu fara útum bara hesaferð, bara líka, bara einaferð, bara einaferð afturat er hugburður, sum er størsta hóttanin móti einum varandi vælferðarsamfelag, tí slík stjórnan vil vísa seg við, at tað verður tilsvarandi harðari og skjótari neyðugt at høgga í útreiðslu bremsurnar.
Útreiðslur mugu verða skipaðar, raðfestar, verða lagdar í karmar og verða stýrdar við visjónum og veruligum ætlanum.

