Løgmaður skal eisini svara hvussu mong mál, landsstýrið ætlar at skunda ígjøgnum fyri jól uttan løgliga eftirkanning og við at seta allar tíðarfreistir til viks.
Hvat meinar Jóannes Eidesgaard við kapping frá Húusalánsgrunninum, tá hann samstundis leggur uppskot á ting um at forða Húsalánsgrunninum at veita sethúsafígging
---------
Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann um fiskirættindi og tilfeingisgjald
Hvat meinti løgmaður við, tá hann í útvarpstíðundunum mánadagin 30. november 2009, segði, at afturfyri eitt tilfeingisgjald skuldi lógarásetingin um, at fiskiloyvir fella aftur til landið í 2018, detta burtur?
Er løgmaður til reiðar at avhenda fiskirættindini, sum eru ogn Føroya fólks, til privat afturfyri eitt tilfeingisgjald?
Hvør er ætlanin hjá hesi samgonguni fyri broytingum í fiskivinnupolitikkinum?
Viðmerkingar
Í Útvarpi Føroya mánadagin 30. november 2009, var Kaj Leo Johannesen biðin um at siga sína hugsan um, at ein av samgonguflokkunum, Fólkaflokkurin, sambært fjølmiðlunum skuldi hava lagt fram eitt uppskot: Nevniliga, at politisku flokkarnir áttu at gjørt eina semju um búskaparpolitikkin (!).
Uttan nakran spurning frá journalisti yvirhøvur, tosaði løgmaður í eini tíðindasending í fleiri minuttir. Og onkustaðni í hesum hugleiðingum, segði løgmaður, at afturfyri eitt tilfeingisgjald, kundi ásetingin um, at fiskiloyvini fella aftur til tað almenna í 2018, strikast.
Tað kann neyvan gera nakran bilsnan, at ógreinaðar útmeldingar koma frá landsins leiðslu. Hinvegin høvdu tað verið stórtíðindi, um onkur politiskur boðskapur kom, ið var eftirfarandi og bygdur á umhugsaðar ætlanir og fyrireikingar.
Tó eigur spurningurin at reisast um, hvør álvari er í politisku útmeldingum løgmans.
Ætlar løgmaður at avhenda fiskirættindi endaliga til privat afturfyri eitt tilfeingisgjald?
Og hvør er ætlanin hjá hesi samgonguni um broytingar í fiskivinnupolitikkinum?
------
2. Til Kaj Leo Johannesen, løgmann um lógardygd og um undantakstøða er lýst í landinum
Hvussu nógv og hvørji uppskot ætlar landsstýrið at leggja fyri tingið við 17 undirskrivtum til frávik frá tíðar- og framløgufreistum, so tey kunnu samtykkjast fyri jól?
Hvussu nógv av hesum uppskotum – og av teimum, ið landsstýrið hevur lagt fram í hesi tingsetuni – hava verið til løgliga eftirkanning, soleiðis sum eitt rundskriv frá landsstýrinum ásetur?
Hvussu nógv av hesum uppskotum hava verið til hoyringar hjá hoyringspørtum?
Hevur landsstýrið sett rundskriv um lógareftirkanning úr gildi og strikað aðrar fólkaræðisligar mannagongdir og siðvenjur um hoyring av lógaruppskotum, og er eitt slag av undantaksstøðu lýst í landinum?
Viðmerkingar:
Nú vit eru farin inn í jólamánaðin, veit ongin, hvat henda kann í løgtinginum, sum skal umboða Føroya fólk í øllum lóggávumálum.
Frætt verður í túnatosi millum tingfólk og í onkrum fjølmiðlastubba um uppskot, ið skulu vera á veg í tingið og sum skulu samtykkjast fyri jól. Hetta er meira enn mánaða eftir seinastu framløgufreist fyri mál, ið skulu fáa lógarásettu minstutíðina fyri veruligari viðgerð.
Verða mál løgd fram nú og vikið verður frá øllum kravdum tíðarfreistum, so hevur tingið reelt bert tvær vikur at viðgera málini – samstundis sum fíggjarlóg og onnur óavgreidd mál, hava ligið fyri íla uttan nakra veruliga viðgerð.
Í vár breyt sitandi samgonga allar tíðarfreistir og samtykti 10-tals mál mánaðar eftir seinastu freistir. Og tá kom fram, at landsstýrið legði 53 mál á ting, ið als ikki vórðu løgliga eftirkannað, hóast rundskriv frá landsstýrinum sjálvum ásetur, at soleiðis skal vera.
Eisini verða hoyringsfreistir brotnar regluliga.
Hetta er ongantíð komið fyri fyrr í søgu løgtingsins – og tí verður spurt um, hvørt okkurt slag av undantaksstøðu er lýst í landinum, har alt ber til og ongar fólkaræðisligar reglur, siðvenjur ella mannagongdir verða fylgdar.
Og biðið verður um svar frá løgmanni um, hvørji mál ætlanin er at leggja fyri tingið – og hvørt tey yvirhøvur eru eftirkannað og virða hoyringsfreistir.
----
3. Til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum um Húsalánsgrunnin og sethúsafígging
Hví hevur landsstýrismaðurin lagt uppskot á ting, har Húsalánsgrunnurin missir møguleikarnar at veita sethúsafígging, samstundis sum sami landsstýrismaður tosar í fjølmiðlunum um, at Húsalánsgrunnurin skal kunna veita bankunum kapping á sethúsamarknaðinum?
Ætlar landsstýrismaðurin at vísa samsvar millum orð og gerð og broyta uppskotið um Húsalánsgrunnin, sum liggur á tingborði?
Viðmerkingar
Tað tykist sum landsstýrisfólk uttan at standa til svars fyri nakað av sínum orðum og gerðum, kunnu føra valstríð í fjølmiðlunum við leysum hugsanum og útmeldingunum, samstundis sum tey gera júst tað øvuta av tí, tey føra fram.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fór knappliga í fjølmiðlarnar og fanst at peningastovnunum fyri rentupolitikk teirra, hóast hann áður hevði afturvíst øllum uppskotum frá andstøðuni um at seta krøv í sambandi við bankapakkar og lóggávu annars.
Síðani fór hann at tosa um eitt andstøðuuppskot um almennan realkreditt og um at Húsalánsgrunnurin skuldi veita bankunum kapping á sethúsamarknaðinum.
Trupulleikin var kortini, at hann samstundis hevði lagt eitt uppskot á ting um, at Húsalánsgrunnurin skuldi missa møguleikan at kappast á sethúsamarknaðinum.
Tí skuldi verið greitt hjá landsstýrismanninum nú at víst samsvar millum orð og gerðir, og taka undir við andstøðuni í einum broytingaruppskoti til lógina um Húsalánsgrunnin, har grunnurin kann veita heildarfígging til sethús.

