Munnligir fyrispurningar til tingfundin miðvikudagin 2. desember 2009

1 December 2009
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1. Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlanir um at flyta Fiskiveiðieftirlitið úr høvuðsstaðnum til Suðuroyar?

Viðmerkingar:
Fyri kortum var hesin stovnurin, Fiskiveiðieftirlitið, fluttur av Heykavegi í Tórshavn til annað stað í býnum. Tað hevur mangan verið róð framundir, at ein almennur stovnur sum hesin kann flytast í útjaðaran og virka á ájavnt sama hátt sum nú. Hesin afturvendandi spurningur kom enn einaferð á breddan í eini samrøðu, sum Brynhild Thomsen hevði við floksfelagan hjá fiskimálaráðharranum í Dimmalætting 20. November í ár. Eitt kut úr greinini ljóðar soleiðis:
“Poul Michelsen vit vita, um løgmaður vil taka ábyrgdina av teimum avgerðum, sum landsstýrismenn taka, tá teir flyta almennar stovnar. Heim í egin valdømi.


- Hetta líkist svartasta ongum! Hetta er reint ábyrgdarloysi, sigur Poul Michelsen og tosar um politiskar leiðarar, sum røkja persónlig áhugamál heldur enn politikk, sum gagnar fólkinum.


- Tak Vestergaard. Overnight og uttan nakra viðgerð flutti hann Strandferðsluna til Suðuroyar, og hann fekk allar atkvøðurnar afturfyri. Nú gera aðrir landsstýrismenn so tað sama, uttan fyrilit fyri teimum avleiðingum, ið tað hevur. Og nú ætlar Vestergaard so at gera tað sama umaftur - flyta Fiskiveiðieftirlitið til heimstaðin. Also, hvat er hetta fyri nakað?!, spyr Poul Michelsen og skilligt er, at hann er meira enn bara harmur.

- Sovorið svans vil eg hava at vita, um løgmaður stendur aftanfyri. Eg vil hava løgmann at garantera, at hann ikki góðtekur, at persónlig áhugamál stýra politikkinum, sigur hann.”
Táið ein floksfelagi fer alment út við tíðindum av hesum slagi kann tað bara vera tí at málið annaðhvørt er viðgjørt sum ítøkiligt mál í Fólkaflokkinum ella í samgonguni sum nú situr.

2. Hvussu stór er føroyska svartkjaftakvotan í 2010, og hvussu ætlar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at skipa viðurskiftini kring hesa kvotu? Er ætlanin at brúka kvotuna í umbýti í bilateralum fiskiveiðiavtalum, heilt ella partvíst? Um landsstýrismaðurin ætlar, at føroysk uppisjóvarskip skulu veiða burturav kvotuni í 2010, hvussu er tá ætlanin at skipa veiðina, í eginkvotum, felagskvotu, í felagskvotu við hámarki ella á annan hátt?

Viðmerkingar:
Í oktober mánaða komu strandalondini ásamt um ásetingina av svartkjaftakvotuni fyri næsta ár. Nógv órógv var um skipanina av fiskiveiðini í 2009. Enn er onki komið fram um, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at býta kvotuna millum skip og bólkar í 2010. Spurningurin verður settur nú ein mánaði er eftir til fiskiárið byrjar.

3. Sambært samgonguskjalinum skal ein skipanarnevnd orða eitt tilmæli um hvussu fiskiveiðan skal skipast eftir at loyvini fella aftur til landið í 2018. Nevndin skal í seinasta lagi vera liðug við arbeiðið á Ólavsvøku 2010. Hvør er arbeiðssetningur nevndarinnar, hvør situr í hesi nevnd, hvussu nógvar fundir hevur hon hildið og kann roknast við, at nevndin er liðug við sítt verkevnið til avmáldu tíðina?


Løgmaður sigur í samrøðu við Útvarpið mánakvøldið, at Fólkaflokkurin má taka tað við í kjakinum um eina búskaparsemju, at eitt rímiligt tilfeingisgjald nú verður ásett ímóti at ásetingin um at loyvini ganga út um árskiftið 17/18 verður tikin av. Er hetta málið viðgjørt í samgonguna, at loyvini skulu gerast óendalig aftur fyri, at eitt rímiligt tilfeingisgjald verður ásett?

4. Kann landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, upplýsa, hvør eykakostnaðurin var av at flyta Strandfaraskip Landsins til Suðuroyar?


5. Kann landsstýrismaðurin í innlendismálum, Annika Olsen, upplýsa hvaðani kostnaðurin á 10 mió. kr. fyri nýggjan bátahyl í Leirvík stavar, er hetta sambært meting hjá Landsverki, ella er metingin gjørd av teimum, sum hava bjóða uppá arbeiði at gera ætlaða vegin ígjøgnum Leirvík? Ætlar landsstýrismaðurin at fáa eina skjóta meting um málið, og nær er ætlanin at leggja fram á ting eina nýggja verklagslóg samsvarandi hesi meting?


6. Kann løgmaður, Kaj Leo Johannesen, sum ovasti starvsfólkaleiðari landsins, siga tinginum, hvussu hann skilir ásetingina um, at starvsfólk, serliga stjórar og leiðarar, verða áramáls sett í starvi hjá tí almenna? Hvørjar eru sertreytirnar og sømdirnar hjá hesum fólkum, og hvørjum kompensera hesar sersømdir fyri, eitt nú lønarliga, og heldur løgmaður, at størv sum eru mannað sambært avmarkaðum áramáli skulu lýsast leys av nýggjum, táið avmarkaða tíðin er um at vera runnin?

7. Nær ætlar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, at fremja ásetingarnar í kunngerð, sum nevndar eru í viðmerkingunum til uppskotið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, ið var lagt fram á ting á Ólavsvøku í ár?


8. Kann formaðurin í løgtingsins mentanarnevnd, Magni Laksafoss, greiða frá, hvussu hann fatar samtyktu samtyktina í løgtingsmáli no. 16/2009?

Viðmerkingar:
Síðani uppskotið til samtyktar var samtykt á tingi 8. oktober í ár hevur tað verið trupult hjá fólki at fingið greiði á, hvat ið vendir upp og hvat ið vendir niður í málinum. Teir sum flokkaðust um uppruna uppskotið hava ídnir hildið fram, at løgtingið hevur samtykt, at latínska stavraðið nú er galdandi í Føroyum. Soleiðis sum vanlig fólk lesa tingmálið no. 16, er júst tað øvuta hent í málinum. Uppskotsstillarin ynskti upprunaliga, at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, ið skuldi áseta, at klassiska latínska alfabetið frameftir skuldi vera almenna alfabetið í Føroyum, og at serføroysku bókstavirnir skuldu setast fyri seg. Ein samd mentanarnevnd vrakar uppskotnu samtyktina, tekur latínska alfabetið úr henni og sigur onki um serføroysku stavirnar yvirhøvur, nú teirra uppskot kom at vera soljóðandi: “Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um at skipa eitt málráð, har ymiskar málpolitiskar fatanir verða umboðaðar, og sum fær myndugleika at gera av spurningar av málsligum slagi.” Fyri almennu fatanina um, hvat Føroya løgting í veruleikanum hevur samtykt, hevði tað verið ynskiligt at frætt frá formanni mentanarnevndarinnar, hvussu hann skilir málið, eftir at nevndin hevur vent málinum 180 stig og at tingið hevur samtykt tað samsvarandi.

Glyvrum, 01. desember 2009
Tórbjørn Jacobsen