Munandi fleiri føroyingar eru arbeiðsleysir, enn hagtølini hjá ALS vísa

11 September 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan


Svar uppá fyrispurning eftir § 52 a í TS frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, um veruliga talið av arbeiðsleysum, settur Johan Dahl, landsstýrismanni, løgtingsmál 8/2012

Spurningurin var soljóðandi:

1. Hvussu mong eru langtíðararbeiðsleys í Føroyum?


2. Hvussu mong eru dottin úr arbeiðsloysisskipanini, tí tey hava verið har ov leingi?


3. Er talið av teimum, sum fáa uppihaldshjálp frá Almannaverkinum vaksið samsvarandi?


4. Hvussu verður hildið eyga við, hvussu mong eru uttan arbeiði uttan fyri arbeiðsloysisskipanina?


5. Hvørji skipað tilboð verða givin langtíðararbeiðsleysum, so tey sleppa aftur í arbeiði?

Svar:


Til spurning 1

Í álitinum um Arbeiðsloysistrygging frá 18. desember 1991 segði nevndin, at tað at Føroyar verða skipaðar sum ein arbeiðsmarknaður, og at tað eingi fakmørk skuldu vera, fór at “minka um vandan fyri, at persónar gerast langtíðararbeiðsleysir”.

Í londunum rundan um okkum er ymiskt hvussu tey lýsa fyribrigdið langtíðararbeiðsloysi. Í Danmark verður ein mettur at vera langtíðararbeiðsleysur, tá ein hevur verið arbeiðsleysur meiri enn 80% av seinastu 12 mánaðunum. Vit á ALS meta, at talan er um langtíðar¬arbeiðsloysi, tá ein er arbeiðsleysur longri enn 6 mánaðir.

Fyrsta myndin niðanfyri vísir talið av fólkum, sum hava fingið arbeiðsloysisstuðul frá ALS síðani januar mánaða í 2011. Talið er minkað úr 2.062 í januar 2011 niður í 1.247 í september 2012.

Mynd 1: Tal av fólki, sum hava fingið arb.loysisstuðul frá ALS

Næsta myndin vísir talið av fólkum, sum hava fingið arbeiðsloysisstuðul í í minsta lagi 6 mánaðar, í sama tíðarskeiði. Hóast talið hevur verið hægri í tíðarskeiðinum – í juli og august í 2011 var talið omanfyri 1.000 – so er talið nú komið niður á áleið tað sama, sum tað var í januar 2011. Tá var talið 715, og í september 2012 er talið 777.


Mynd 2: Tal av fólki, sum hava verið arb.leys í meiri enn 6 mánaðir

Í og við, at samlaða talið av arbeiðsleysum er minkað rættiliga nógv í hesum tíðarskeiðnum, ber ikki so væl til at samanbera tølini av langtíðararbeiðsleysum. Tí vísir triðju myndin lutfallið av fólkum, sum hava verið langtíðararbeiðsleys. Her sæst týðiliga, at lutfallið er vaksið. Við ársbyrjan í 2011 høvdu 34% av teimum 2.062, sum tá fingu arbeiðsloysisstuðul fingið stuðul í meiri enn 6 mánaðir. Í september mánaða í 2012 høvdu omanfyri 62% av teimum 777, sum fingu arbeiðsloysisstuðul fingu stuðul í meiri enn 6 mánaðir.

Mynd 3: Lutfalsliga talið av fólki, sum hava verið arb.leys í meiri enn 6 mánaðir


Til spurning 2

Seinasta hálvtfjórða árið - frá 2009 til í dag - eru tað 260 fólk, sum eru farin úr arbeiðsloysisskipanini av teirra orsøk, at tey hava brúkt allar dagarnar í skipanini.

Higartil í ár er talið 94, og um tey, sum eru arbeiðsleys í dag ikki fáa arbeiði innan ársskiftið, so fara 84 fólk afturat úr skipanini tað, ið eftir er av árinum.

Tølini komandi árini eru mett og taka støði í, at eingin av teimum, sum í dag fær arbeiðsloysisstuðul fær arbeiði, áðrenn tey hava brúkt allar dagarnar í skipanini. Tí er avmarkað, hvat tølini kunnu brúkast til, og tey skulu tí tulkast við hóskandi fyrivarni. Sannlík verða veruligu tølini munandi lægri.

Hvussu nógv lægri er ilt at meta um, og valdast m.a. støðuna á arbeiðsmarknaðinum.

Gulu stabbarnir eru mett tøl, meðan bláu stabbarnir eru staðfest tøl.

Mynd 4: Tal av fólki, sum eru farin - og mett at fara - úr arb.loysisskipanini


Til spurning 3

Sambært Almannaverkinum er talið av fólkum, sum fáa uppihaldshjálp vegna arbeiðsloysi sløk 250 í løtuni.

Mynd 5: Tal av fólkum, sum fáa uppihaldshjálp frá Almannaverkinum vegna arb.loysi


Til spurning 4

Eftirsum at ALS er ein tryggingarskipan, er útgjald av arbeiðsloysisstuðli frá ALS neyvt samantvinnað við inngjald. Arbeiðsleys skulu søkja um arbeiðsloysisstuðul, og útgjaldið byggir á lønarinntøkuna 12 teir seinastu mánaðirnar undan, at arbeiðsloysi varð staðfest. Tá ið tey hava fingið útgoldið arbeiðsloysisstuðul tað dagatal lógin ásetur sum maksimum, detta tey úr ALS-skipanini í 24 mánaðir. Sostatt eru einans tey, sum eru í ALS, sjónlig hjá skipanini og eru tað tey, sum eru umboðaði í hagtølunum hjá ALS.

Persónar, sum ikki lúka hesar fyritreytir, hóast at tey eru arbeiðsleys, fella uttanfyri, og nøkur teirra enda hjá Almannastovuni.

At talan kann vera um nógv fólk, sum ikki hava arbeiði bera hagtøl fyri lønarútgjaldingar boð um.

Í Danmark og OECD brúka tey ymisk fátakramørk. Í Danmark er markið 50%, meðan OECD arbeiðir við einum markið á 60%.

Sambært lønarhagtølum fyri 2011, vóru tað millum 30% og 40% av fólkunum, sum høvdu eina løn, sum var niðanfyri 50% ávikavist 60% av medianinntøkuni. Viðmerkjast skal, at talan er um løn áðrenn, at skattur er farin av. Í og við, at tey, sum hava lægri løn eisini rinda minni skatt, so eru tølini sannlíkt nakað lægri enn hetta.

Medianinntøkan í 2011 var millum 158 og 166 tús. krónur, og tað er vert at kanna nærri, hví næstan 40% av fólkunum, sum fingu løn í 2011 tjentu niðanfyri 100 tús. krónur áðrenn skatt.

Kanska kundi ein skipað yvirverking verði gjørd av teimum við lægstu inntøkunum – og sum ikki fáa arbeiðsloysisstuðul frá ALS. Tað hevði sannlíkt givið eina greiðari mynd av veruligu støðuni.


Til spurning 5

Skaðaárini av langtíðararbeiðsloysi fyri bæði samfelag og tann einstaka eru ræðulig. Tó hava vit ikki í Føroyum eina almenna hugtakslýsing av nær ein er at meta sum langtíðararbeiðsleysur (ALS nýtir 6 mánaðir) og ei heldur eina ítøkiliga skipaða ætlan fyri, hvørji átøk skulu nýtast í stríðnum móti júst langtíðararbeiðsloysi. Arbeitt verður tó við teimum, sum eru langtíðararbeiðsleys og ALS hevur – og ger - átøk og royndir á økinum.

Í dag er tað soleiðis, at øll sum gerast arbeiðsleys fyrstu ferð, verða innkallað til ein kunningarfund, og tá verður ljós varpað á avbjóðingar og møguleikar, meðan ein er arbeiðsleysur.

ALS liggur hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og verður stýrt av teimum í góðum samstarvi við avvarandi landsstýrismann.

Útgangsstøðið fyri førleikamenningina av øllum arbeiðsleysum byggir á tiltrúgv uppá, at hvør einstakur persónur, sum verður raktur av arbeiðsloysi, hevur eginleikar og førleikar til sjálvur, við neyðugum stuðli frá ALS, at koma sær aftur í arbeiði ella at fara at víðarimenna ella útbúgva seg í mun til egnar dreymar og ætlanir. Hetta er hornasteinurin í førleikamenningini hjá ALS. Klientgeringin, sum fleiri av skipanunum í okkara grannalondum hava, mugu vit ikki inn á.

Vit mugu royna skipanir og verkætlanir, sum byggja á eginleikar og styrkir hjá hvørjum einstakum persóni, skapa stuðul við greiðum ábyrgdarbýti við tiltrúgv til styrkirnar hjá tí einstaka menniskjanum at finna sær lukkuna. Føroyingurin er ein treystur biksari, ríkur av lívs- og starvsroyndum, sum tað ikki altíð er papír uppá, men eisini á hesum leiðum, er neyðugt at bróta upp úr nýggjum.

Útgangsstøði skal takast í tí veruleika, at vit í Føroyum hava:

1) fullkomið yvirblikk og lítla einfalda fyrisiting, sum onnur lond øvunda okkum og


2) ALS er bæði ein a-kassi og ein arbeiðsávísing/førleikamennandi í somu eind, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum stýra.

ALS kann samstarva við etableraðu skipanirnar og finna nýggjar mennandi leiðir, ið styrkja møguleikarnar hjá øllum at koma aftur í arbeiði ella at fara undir útbúgving.

Dømini um útbúgvingarleiðir eru m.a. øðrvísi samstarv við kvøldskúlan, har 10. floks lærugreinir kunnu takast uppá 3 mánaðir sum dagskúli, ein roynd við einum vaksnamannadepli í skúlanum í Søldarfirði í neyvum samstarvi við Mentamálaráðið og Runavíkar kommunu, førleikamennandi skeið av øllum handanna slag, skeið fyri orðblind fyri at nevna nøkur og neyðugt er við góðum samstarvi millum ALS, kommunur, arbeiðsgevarar, lærustovnar og Almannastovuna.

Skipanir, sum meta um og viðurkenna lívsroyndir og praktiskar førleikar eru tøkar, og kunnu við øðrvísi hugsan (t.d íblástri úr Íslandi), sum er praktiskt orienterað, tryggja at hesir førleikar verða formaliseraðir og harvið skaffa møguleikar til nýggja atgongd til arbeiðsmarknaðin. Um nýhugsan verður politiskt raðfest og forankrað í landsstýrismanninum við samstavi millum m.a. ALS (sum er partarnir á arbeiðsmarknaðinum) og etableraðu útbúgvingarskipanirnar, lokalt forankrað úti kring landið, latast upp higartil ónýttir møguleikar hjá stórum pørtum hjá arbeiðsstyrkini, sum fara at skapa treysti og vøkstur.

Innan tað at finna arbeiðspláss, sum kunnu taka ímóti fólkum, sum eru arbeiðsleys, er eisini neyðugt at hugsa alternativt og nýtt. Arbeiðsloysisstyðul er bert ein partur av eini hjálp í einum vælferðarsamfelag. Men tann meiningin og samleikin, sum er tengdur at tí at vera í arbeiði hjá okkum øllum, følnar undir arbeiðsloysi, og rakar tann einstaka hart, og tí skal leggjast á tann bógv, at vit mugu arbeiða fyri, at tað ikki skulu vera tómar hendur.

Tað eru arbeiðir ymsa staðni í samfelagnum, sum um tey verða gjøgnumførd, vildu verið bæði samfelagsgagnlig, ikki í kapping við verandi vinnur, innflutningsavmarkandi og mennandi hjá einstaklingum og vinnuni.

Tey kunnu etablerast við ALS sum katalysatori í neyvum samstarvi við m.a. kommunur, felagsskapir og almennar arbeiðsgevarar. Ein kombinatión millum at samantvinna arbeiðsroyndir og førleikamenning lokalt forankrað innan øki sum t.d. ferðavinnu, landbúnað, matstovuvinnu fer at skapa heilt nýggjar møguleikar og sannlíkt eisini vøkstur á øllum økjum. Eitt dømi um er verkætlanin við vakstrarhúsinum í Sandavági, sum ALS hevur leigað í 12 mánaðir .


Johan Dahl
landsstýrismaður