Mogens Lykketoft og Niels Helveg Petersen: um Norðuratlantsbólkurin

6 September 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Norðuratlantsbólkurin arbeiðir fyri at seta fokus á sjónarmiðini hjá Føroyum og Grønlandi á Fólkatingi. Tá bólkurin markeraði síni fimm ár á borgini segði Mogens Lykketoft soleiðis:

“Eg má viðganga, at sjónarmiðini hjá bólkinum ivaleyst hava fingið størri slagkraft í síni núverandi konstruktión.”

Eisini Niels Helveg Petersen málbar seg jaliga um Norðuratlantssbólkin:

“Tað hevur eydnast Norðuratlantsbólkinum at trína fram við munandi størri slagkraft enn um limirnir høvdu sæti hjá hvør sínum flokki. Teir hava óivað bert havt gleði av at skipað bólkin.”

Les meir um arbeiðið hjá Norðuratlantsbólkinum her: http://dnag.sansir.net/Default.aspx?pageid=11059