Verður eingin politisk avleiðing av hesum máli, verður skapt eitt sera skaðiligt fordømi, sum góðtekur, at løgmaður og landsstýrisfólk tilvitað siga ósatt fyri Løgtinginum og bera Løgtinginum skeivar upplýsingar. Tá er øll tann fólkavalda skipanin sett til viks og Løgtingið hevur mist sítt vald sum umboð hjá fólkinum.
Tjóðveldi og Framsókn leggja í dag fram misálit á løgmann orsaka av niðurstøðuni hjá kanningarstjóranum um málið um Eysturoyartunnilin.
Kanningarstjórin og formansskapurin mæla til, at tann løgfrøðiligi og revsirættarligi parturin av málinum verður avgreiddur við átalu frá Løgtinginum. Løgtingið hevur samtykt niðurstøðurnar saman við álvarsligari átalu fyri tann løgføðiliga partin av málinum.
Politiskt parturin eigur at vera greiður hjá einum samdum løgtingi:
Neyðugt at staðfesta, at Løgtingið ongantíð kann góðtaka, at tilvitað sagt verður ósatt fyri løgtinginum, og tað eigur at fáa ta avleiðing, at løgmaður og landsstýrisfólk leggja frá sær.
Verður eingin politisk avleiðing av hesum máli, verður skapt eitt sera skaðiligt fordømi, sum góðtekur, at løgmaður og landsstýrisfólk tilvitað siga ósatt fyri Løgtinginum og bera Løgtinginum skeivar upplýsingar. Tá er øll tann fólkavalda skipanin og tær demokratisku grundreglurnar settar til viks og Løgtingið hevur mist sítt vald sum umboð hjá fólkinum.
Men politiski parturin av málinum hevur ongar avleiðingar fingið. Hóast fleiri áheitanir um hetta, hevur løgmaður ikki sagt seg úr starvi. Men løgmaður hevur í staðin sent Løgtingið til hús og skrivað út nýval. Løgmaður situr sostatt enn við øllum heimildum – og rættinum at samráðast um at skipa landsstýri – eisini eftir at nýtt ting er valt.
Uppskotsstillararnir heita enn einaferð á løgmann um at virða og verja álitið á ta fólkavaldu skipanina, taka avleiðingarnar og leggja frá sær.
Verður hetta ikki gjørt, noyðist Løgtingið at samtykkja misálitisváttan.
Tá er samstundis slætt borð í politisku skipanin og byrjast kann av nýggjum eftir komandi løgtingsval, har veljarin fær alla ávirkan á, hvør fær samráðingarrættin at skipa stjórn eftir valið.

