Minnishald fyri Erlendi Patursson

28 August 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Erlendur Patursson var borin í heim 20. august í 1913 í Kirkjubø. Hann var kendur politikari og fakfelagsformaður og ein av stovnarum tjóðveldisfloksins, umframt at hann var ein av undangongumonnunum at fáa Norðurlandahúsið bygt.

Tann 20. august í ár eru 100 ár liðin, síðani Erlendur var føddur, og í tí sambandi verður 100 ára minningarhald fyri honum í Norðurlandahúsinum sunnudagin 1. september kl. 16.00

Fjølbroytta skráin inniheldur framløgur, yrkingar og tónleik, ið lýsa lívið hjá Erlendi og hansara virki.

Skráin:

Vælkomin: Jógvan Durhuus, fundarstjóri

Felagssangur

Karin Kjølbro: Erlendur, persónurin og politikarin

Tónleikur: Andrea Heindriksdóttir / Ólavur Jakobsen

Hans Andrias Sølvará: Søga floksins

Tórbjørn Jacobsen: Arbeiði við bókini um søgu floksins

Tónleikur: Eyðun og Rani Nolsøe

Steðgur

Turið Sigurðardóttir: lesur yrkingina Kellingin. Kannað Erlendi Paturssyni.

Tórshavnar Manskór

Hildur Patursson:Um pápan

Høgni Hoydal: Føroyar nú og komandi

Tjóðsangurin


Tjóðveldi