Mentan, list og útbúgving eiga dagin á løgtingi

14 March 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Tingfundurin í dag, mikudagin 14. mars 2012, er ein rættiliga forkunnugur dagur í løgtingshøpi.

Øll málini á dagsskránni snúgva seg um mentan, list og útbúgving, og tað er neyvan komið fyri áður.

Tjóðveldi eigur ikki færri enn 5 uppskot á dagsskránni:

1. Uppskot um at broyta stuðulsendamálið hjá Mentanargrunninum til eisini at fevna um filmslistina.
- (tingmál nr. 145/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Mentanargrunn landsins)

2. Uppskot um at játta 500.000 kr. til nýggja undirkontu hjá Mentanargrunninum til filmslist.
- (tingmál nr. 139/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-1)

3. Uppskot um at flyta 650.000 kr. av ymsum stuðulskontum hjá landsstýrismanninum til Mentanargrunnin til tess at styrkja skapandi og útinnandi list og leiklutin hjá grunninum sum heild.
- (tingmál nr. 140/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-2)

4. Uppskot um at játta 300.000 kr. til Symfoniorkestur Føroya
- (tingmál nr. 141/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-3)

5. Uppskot um at játta 500.000 kr. til Eftirskúlaverkætlanina í Suðuroy til tess at fáa gongd á málið og at útvega eitt fulfíggjað uppskot hjá tinginum at taka støðu til
- (tingmál nr. 142/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-4)


Meira fæst at vita um uppskotini hjá Tjóðveldi við at venda sær til:

Gunvør Balle á tlf. 51 02 80.

14. mars 2012

Tjóðveldi


-