Meira sjónleikur og kaos

19 January 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Tað, sum ikki er sæð í samgongusamstarvið her heima ella í londum, vit vanliga samanbera okkum við, tað legði so ABC samgongan fyri dagin mikudagin tann 19. januar 2011. Tá legði ein av samgonguflokkunum eina kollveltandi ætlan fyri dagin, sum bar í sær, at ein ráðharri legði frá sær og ein av tungvektarunum í flokkinum fór úr tinginum, meðan ein annar ráðharri hjá sama flokki nú umsitur 2 málsøki uttan nakað hóvasták. Síðan vóru nakrar smávegis broytingar í skipanini hjá Fólkaflokkinum.


Samgonguleiðarin bláðstemplaði gerðina hjá sínum samstarvsflokki – eisini uttan hóvasták. Vit, sum vita, hvussu arbeiðið hjá ABC samgonguni hevur verið, vóru als ikki tikin av fótum, tí hetta er bert ein annar leikur hjá hesi samgonguni, sum er burtur í vón og viti. Henda sokallaða samgonga hevur ikki fylgt ábyrgdini upp frá veljarunum, og hetta hevur ført til politikst letið millum føroyingar - eina samfelagsliga oyðimarkargongd, har eingin semja er um nakað, eingin visjón – einfalt ein samling av persónum, sum ikki hava ánilsi fyri, hvat endamálið hjá ABC er og tíansheldur hava nakran politik at leggja fyri dagin.


Í einhvørjum øðrum samstarvi vildi eitt slíkt stunt ført til samgonguslit – als eingin ivi um tað, men ABC hevur einki mark, løgmaður hevur álit á einum og øllum, og har álitið fær eitt skot fyri bógvin, verður sligið fast, at at soleiðis “eigur tað at vera” – “hetta er partur av demokratiska spælinum”.


Vit kunnu bert vóna, at veljarin skrivar sær hetta aftan fyri oyrað, tí tað, sum hevur gingið fyri seg í ABC er ein skomm, tað niðurbrýtur alt álit á okkara fólkaræði.