Svar
upp á
fyrispurning nr. 7/2012 eftir Tingskipanini § 52a, frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu. Fyrispurningur um maritimar útbúgvingar í Klaksvík og Tórshavn, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
- Hvussu verða maritimu útbúgvingarnar skipaðar í næstum?
- Verða núverandi útbúgvingar á Vinnuháskúlanum framhaldandi bjóðaðar út í Tórshavn, umframt eina nýggja BA útbúgving?
- Verða útbúgvingarnar bygdar upp í stigum, so møguligt verður at byggja omaná heilt frá t.d. maskinisti til maskinmeistara til BA útbúgving?
- Hvørjar maritimar útbúgvingar eru ætlanir um at bjóða út á Klaksvíkar Sjómansskúla?
- Hvør samskipan verður millum skúlarnar í Klaksvík og Tórshavn?
- Hvussu nógv søktu um at koma inn á ávíkavíst Vinnuháskúlan í Tórshavn og á Klaksvíkar Sjómansskúla í summar, og hvussu nógv vórðu tikin inn?
- Tekur landsstýrismaðurin undir við at gera Føroyar til ein framkomnan maritiman útbúgvingarmiðdepil í Norðuratlantshavi? Um ja, hvørji ítøkilig átøk verða gjørd fyri at røkka hesum?
Svar
Ad. 1: Skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar skulu uppstigast til bachelor støði, soleiðis sum ásett er í samgonguskjalinum. Enn er ikki greitt, nær bachelorútbúgvingarnar verða klárar at bjóða út.
Ad. 2: Tað hevur ongantíð verið ætlanin hjá sitandi samgongu at ganga frá núverandi útbúgvingum. Og sambært samgonguskjalinum skulu hesar útbúgvingar eisini bjóðast út eftir at bachelorútbúgvingarnar eru settar í verk.
Í arbeiðnum at uppstiga útbúgvingarnar, fara vit at leggja okkum eftir at gera skipanirnar so smidligar, sum gjørligt fyri næmingarnar. T.d. fer grundreglan í arbeiðnum at snúgva seg um at fyribyrgja, at næmingar enda á einum blindvegi á útbúgvingarleiðini. Við øðrum orðum verður lagt upp til, at tað alla tíðina skal bera til at byggja víðari uppá ta útbúgving, næmingarnir hava frammanundan.
Ad. 3, 4 og 5: Landsstýrismaðurin fekk í vár handa eitt álit um møguleikarnar fyri, hvussu maritima útbúgvingarøkið kann skipast í framtíðini. Arbeitt verður framvegis við ætlanunum, men enn er arbeiðið ikki komið so langt, at ítøkiligar niðurstøður eru gjørdar.
Ad. 6: Á Vinnuháskúlanum vóru 29 umsóknir til skiparaútbúgvingina. Av hesum byrjaðu 21 í august. 24 umsóknir vóru til skipsføraraútbúgvingina harav 20 byrjaðu í august. Restin av umsøkjarunum høvdu antin ikki røttu førleikarnar ella møttu ikki upp.
51 umsóknir komu inn til maskinmeistaraútbúgvingina. 28 vóru tiknir inn harav 27 byrjaðu í august. Ongin maskinistflokkur var tikin inn í august 2012.
Á Klaksvíkar Sjómansskúla vóru 19 umsóknir til sjóvinnuflokkin harav 16 møttu í august.
Tikið verður inn til skiparaútbúgvingina triðja hvørt hálvár. Nýggjur skiparaflokkur verður tikin inn í januar 2013.
Ad. 7: Landsstýrimaðurin tekur undir við ætlanunum um ein framkomnan maritiman útbúgvingardepil í Norðuratlantshavi. Hesar ætlanir eru eisini staðfestar í samgonguskjalinum. Arbeiðið við hesum ætlanum er partur av tí arbeiði, sum víst verðut til í svari til spurningar 3, 4 og 5.
Vinarliga
Mentamálaráðið
landsstýrismaður

